Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson
Tiltøk

Árligi Oyggjadagurin hjá Tórshavnar kommunu verður leygardagin 13. juni.

Hendan dagin verður skipað fyri gongutúrum við ferðaleiðara í Nólsoy, Hesti og Koltri.

Í Koltri verða fýra túrar gjørdir. Ein gongutúrur gongur niðan á oyggj, og hin er í bygdini, har til ber at vitja savnshúsini Uppi í Búð og Heimið í Hús. Tískil er okkurt til bæði tey, sum eru væl gongd, og til tey, sum vilja hava lættari túrar.

Í Nólsoy verða tveir gongutúrar og ymiskt hugnaligt virksemi í bygdini. Ein túrur gongur niðan til flaggstongina, og hin er ein sjórænaratúrur í Korndalum til Prinsessutoftirnar og Uppi í skip, har ein veruligur sjórænari sigur frá. Sluppin Westward Ho siglir gongu-gestirnar út. Tey, sum ikki fara gongutúr, men hava hug at vitja Ovasavnið, Heimavirkið ella bara taka sær av løttum, kunnu sigla út við Teistanum.

Í Hesti verða eisini tveir gongutúrar og hugni í bygdini. Gingið verður niðan á Snið, út á vøtnini, oman á Skarð og norður á Møl. Í bygdini vera ymisk spøl, rundvísingar og tónleikaframførslur við Martin Joensen og Elin B. Heinensen.

Oyggjadagurin hevur verið hildin í Tórshavnar kommunu síðan 2015, og hevur hann verið væl vitjaður og er tað eitt upplagt høvi at vitja hesar oyggjar.

Um veðrið ikki er til vildar, verða túrarnir avlýstir og peningurin endurgoldin.

Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn.

Eisini ber til at fylgja við á Facebook-síðuni hjá Oyggjadegnum: fb.com/oyggjadagur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #