Tú sært ongantíð ælabogan, um tú bara hyggur niður
- Charlie Chaplin

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú sært ongantíð ælabogan, um tú bara hyggur niður
- Charlie Chaplin
Tiltøk

Kirkjuliga Heimamissiónin: Leygardagin 25. apríl, sum samstundis er flaggdagur, verður árliga landsstevnan, hjá sjómanskvinnuringunum í Føroyum, í Leguhúsinum í Nesvík.

Hetta er ein stevna, sum kvinnurnar gleða seg til. Tá hitta tær kvinnur um landið, sum tær annars sjálvdan síggja. Tær savnast í og um Jesu navnið, og fyri at hoyra og tosa um arbeiðið hjá Sjómansmissiónini.

Dagurin byrjar við morgunmati kl.09. Bíbliutími verður klokkan 10. Klokkan 11.30 verður  áhugatími um “gráa gullið” og kl.13.verður miðmáli. Klokkan 15. verður medarbeiðarafundur. Tá verður frágreiðing frá arbeiðinum og frítt orðaskifti um arbeiðið. Leiðslutoymið syngur.

Døgurði verður kl.18. og kl.19.verður andakt og sangur við Petur Hans og Jónhild.

Tá verða vinnaranumrini kunngjørd og enda.

Evsta mark fyri tilmelding er sunnudagin 19.apríl.

Allar kvinnur eru vælkomnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #