Nýggja heilsumiðstøðin fyri alla Suðuroynna skal byggjast á Tvøroyri og verður eftir ætlan klár í 2029. Tað hevur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, avgjørt.
Breið semja er um at savna kommunulæknarnar undir einum taki, men kommunurnar vóru ósamdar um staðsetingina. Kommunurnar norðarlaga í oynni mæltu til at byggja á Tvøroyri, meðan tær syðru vildu útbyggja og nútímansgera verandi heilsumiðstøð í Vági.
Landsstýriskvinnan vísir á, at nærleikin til Suðuroyar Sjúkrahús gevur læknum og øðrum heilsustarvsfólki betri møguleikar at samstarva. Eisini er apotekið á Tvøroyri. Sambært Heilsutrygd ger skipanin við tveimum læknamiðstøðum tað truplari at fáa kommunulæknar í føst størv í oynni.
Verandi heilsutænastur halda fram sum áður, meðan nýggja miðstøðin verður fyrireikað og bygd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



