Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Vápnahvíldin í Miðeystri hongur í morgun í einum klønum tráði, eftir at tingingarnar ímillum USA og Iran í Islamabad eru slitnaðar og amerikanska sendinevndin er farin heimaftur.

Áðrenn tey stungu í sekkin segði amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, at eftir at hava samráðst í 21 tímar var greitt, at partarnir standa ov langt frá hvørjum øðrum til, at nøkur semja kann finnast.

- Og tað er nógv verri fyri Iran, enn tað er fyri USA, legði hann afturat.

Hann segði eisini, at Iran er ikki til reiðar at veita vissu fyri, at landið ikki fer at gera kjarnorkuvápn. Og tað er eitt ófrávíkiligt krav frá USA.

Iran sigur hinvegin, at fleiri av krøvunum frá USA vóru órímulig. Iran heldur, at tað er fyrst og frems USA sum hevur ábyrgdin av, at ongin semja spurdist burturúr.

Óvist er tí nú hvat hendir við vápnahvíldini, sum skuldi vara í tvær vikur ímeðan partarnir samráddust.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #