Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Vinna

Hóast sølan minkaði nógv, so fleirfaldaðist úrslitið hjá einum av stóru føroysku arbeiðstakarunum í fjør. Og orsøkin til tað var sjálvsagt, at útreiðslurnar vórðu nógv tálmaðar.

Nettosølan hjá J&K Petersen Contractors í fjør var stívliga 200 milliónir krónur, heilar 80 milliónir minni enn í 2024. Men útreiðslurnar minkaðu so mikið nógv, at ársúrslitið hjá samtakinum endaði á góðum 14 mió kr, sum skal samanberast við slakar 6 mió kr árið fyri.

J&K Petersen Contractors fæst við verklags- ella anlegsarbeiði av ymsum slagi, eitt nú at gera havnir og berghol.

Í frágreiðingini sigur leiðslan seg vera nøgda við úrslitið í fjør. Orsøkin til gongdina er, at færri stórar verkætlanir við stórum undirveitarum vóru í fjør. Hinvegin hevur størri eginframleiðsla givið felagnum ein munandi effektivari rakstur.

- Leiðslan í J&K Petersen hevur arbeitt miðvíst við at betra um effektivitet, tilfeingisnýtslu og mannagongdir, og hetta sæst aftur í flestøllum framleiðsluliðum í fyritøkuni, har eisini ein nýggj HTU- og góðskuskipan við yvir 100 mannagongdum nú er sett í verk, sigur leiðslan. 

Hon nevnir fleiri verkætlanir, sum eru latnar úr hondum, eitt nú Fámjinstunnilin, Sjósavnið í Sørvági, arbeiði við flogvøllin og nýggj koblingarstøð hjá SEV í Skálafirði og nýggj kirkja á Glyvrum eru millum arbeiðini sum eru í gongd.

Um framtíðina verður sagt, at fyritøkan bjóðar støðugt uppá nýggj arbeiðir, ordrabókin er, sum hon skal vera, og úrslitið væntast fara at liggja millum 8 og 10 milliónir í 2026. 

Fíggjarstøðan javnvigar við 135 mió kr og eginognin er 65 mió kr.

Sigtór A. Petersen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #