MG Wenzel-deildin:
Ternan – Fleyr 3-2 (25-22, 25-16, 19-25, 22-25, 15-10)
Hóast Ternan samanumtikið hevur verið væl við í flestum dystum higartil í ár, og hóast sigurin á verandi føroyameistara SÍ, sum gaman í var nakað skert, so mundu tey fæstu kortini vænta, at Ternan í gjárkvøldið fór at megna at vinna á Fleyr, sum fyri dystin hevði fult stigatal eftir fýra teir fyrstu dystirnar.
Stóran part av fyrsta setti var Ternan millum trý og fimm stig frammanfyri, men kortini kom at standa á gomlum nøglum móti endanum, tá ið Fleyr javnaði til 20-20, 21-21 og 22-22, men við trimum stigum á rað tryggjaði Ternan sær settið 25-22.
Eftir at Ternan hevði lagt seg á odda 8-3 í øðrum setti, nærkaðist Fleyr ongantíð rættiliga, og Ternan vann settið 25-16.
Fyrstu ferð Fleyr yvirhøvur var frammanfyri í dystinum, var frá byrjan í triðja setti. Ternan legði seg tó á odda 14-13, men so kom stígur í, og Fleyr sleit seg leyst og vann settið 25-19.
Sum heild var Fleyr eisini væl omaná í fjórða setti, men heldur striltið gekk at vinna seinasta stigið, og ikki fyrr enn við fimta settbóltinum eydnaðist loksins Fleyr at vinna 25-22.
Ternan svaraði aftur í javnbrótaranum og legði seg á odda 6-2 og 10-5, men fjáltur mundi koma á heimaáskoðararnar, tá ið Fleyr minkaði um munin til 10-12. Leikararnir hjá Ternuni hildu tó høvdið kalt, og við trimum stigum á rað vann Ternan javnbrótaran 15-10.
Byrjanaruppstillingin hjá Ternuni í øllum settunum var, at Adrian Lind Jacobsen (20), Magnus Højgaard (17) og Harry Højgaard (21) byrjaðu saman við teimum meira garvaðu Arthuri D. Poulsen av Tvøroyri, Erich Perau úr Kanada og Tomi Perkiö úr Finnlandi.
Støðan í MG Wenzel-deildini:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | Fleyr | 5 | 8 | 13 |
2 | Mjølnir | 4 | 5 | 8 |
3 | ÍF | 4 | -1 | 5 |
4 | Ternan | 5 | -7 | 4 |
5 | SÍ | 4 | -5 | 3 |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



