Frá 1. september 2027 skulu fjarskiftisveitarar í Føroyum skráseta, hvørjum ein IP-adressa varð tillutað, og nær netsambandið byrjaði og endaði. Tað stendur í einari kunngerð frá danska løgmálaráðnum, sum varð kunngjørd í dag.
Veitararnir skulu millum annað skráseta navn og bústað hjá haldaranum ella skrásetta brúkaranum. Skrásetingarskyldan fevnir eisini um kundanummar ella haldaranummar. Kunngerðin krevur ikki, at veitararnir skráseta, hvørjar heimasíður fólk vitja.
Kunngerðin skal gera tað lættari hjá løgregluni at kanna talgild lógarbrot. Hevur løgreglan til dømis eina IP-adressu og veit, nær hon varð brúkt, ber til at finna fram til, hvør stóð sum haldari av netsambandinum ta løtuna.
Gamalt mál
Heimildin var longu í rættargangslógini, sum kom í gildi í 2021. Ein kunngerð skuldi tó til, áðrenn skrásetingin kundi byrja. Í 2022 greiddi Bárður á Steig Nielsen, táverandi løgmaður, Løgtinginum frá, at landsstýrið hevði biðið um at fáa skipanina setta í verk. Danska løgmálaráðið helt aftur, meðan tað endurskoðaði donsku reglurnar, tí ES-dómar høvdu staðfest, at tær vóru ov víðfevndar.
Í 2025 kannaði føroyska Løgmálaráðið, um fjarskiftisveitararnir høvdu neyðugu útgerðina. Uppskotið fór til hoyringar í juni 2026 við freist í august. Endaliga kunngerðin varð kunngjørd 27. november og kemur í gildi 1. september 2027.
Upplýsingarnar skulu goymast í eitt ár á ambætarum í Føroyum ella í ES. Síðan skulu tær strikast, so tær ikki kunnu fáast aftur, uttan so at onnur heimild er at goyma tær longur.
Veitarar, sum bróta reglurnar um skráseting ella goymslu, kunnu fáa bót.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



