Tá fívilin flytir inn í slottið verður hann ikki kongur fyri tað. Men slottið verður eitt sirkus
- turkiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá fívilin flytir inn í slottið verður hann ikki kongur fyri tað. Men slottið verður eitt sirkus
- turkiskt orðatak
Politikkur

Uttanríkis- opg Fiskimálaráðið: Umboð fyri landsstýrið og amerikonsku stjórnina hava 4. juni havt fund í Tórshavn sambært partalagsyvirlýsingini, ið varð undirritað í 2020.

Varaundiruttanríkisráðfrú í amerikanska uttanríkisráðnum við ábyrgd av evropeiskum og evrasiatiskum viðurskiftum, Kelly Billingsley, og stjórin fyri Uttanríkistænastuna, Jóannes V. Hansen, leiddu fundin, sum m.a. snúði seg um altjóða raðfestingar og mál av sínámillum áhuga so sum orku og tilfeingi, handilsviðurskifti, talgilding og tilbúgving.

Báðir partar fegnast um framhaldandi áhugan at styrkja sambandið partanna millum, sum førir við sær fleiri búskaparligar møguleikar og økt samstarv innan felags áhugamál fyri bæði Føroyar og USA.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #