Ymiskar hugleiðingar í samband við ferðafrásøgn hjá Sjúrða Skaale í sendingini Summarmorgun 9. juni.
Irak uttan touristar
Eg vil fyrst takka fyri eina áhugaverda ferðafrásøgn úr Irak. Eg vildi hoyra hesa frásøgn, ikki minst tí eg sjálvur ikki so langt síðan havi ferðast í nettup Irak, og gjørdist tí eyka forvitin at hoyra eina frásøgn haðani.
Um eg skilti tað rætt, var Sjúrður Skaale á vitjan sum politikari og ikki sum privatpersónur, og tí tolir frásøgnin eisini viðmerkingar.
Skaale byrjar við at greiða frá, at eingir touristar vitja Irak. Hetta er nok rætt, sæð burtur frá at fleiri milliónir útlendingar hvørt ár vitja Irak og Kurdistan-økið. Eg møtti sjálvur nógvum útlendingum á mínari ferð.
Nú er tað sjálvandi møguligt, at talan var um vesturlendsk ferðafólk, sum vóru í huga. Men um vit draga Skaale sjálvan og hansara ferðalag frá, og annars síggja burtur frá teimum sum annars vitja Irak sum touristar, so er tað sum sagt: bókstavliga eingir (aðrir) touristar har.
Bara Pepsi
Tað er eisini áhugavert at hoyra Skaale greiða frá, at ongar altjóða vørur vóru at finna í Irak, uttan Pepsi og stuttfluttar vørur (heimagjørdar).
Hetta er ein sera neyv eygleiðing. Um ein sær burtur frá teimum mongu handilsmiðstøðunum kring alt Irak, har alt frá Huawei til japanskar bilar, evropeisk mótaklæði og suðuramerikanskt kaffi er at fáa, so er tað sjálvandi rætt, at bara Pepsi og stuttflutt er at fáa.
Somuleiðis eru óteljandi handilsgøtur, har ein kann keypa alt hugsandi, ofta framleitt í Kina.
Ongin hevði nakað ímóti kríggjunum
Skaale nevnir eisini, at tey ikki møttu nøkrum, sum høvdu nakað neiligt at siga um kríggini og innrásirnar, sum hava rakt Irak.
Hetta er áhugavert, tí tað er væl skjalprógvað, at nógv irakisk sjónarmið um bæði sanksjónir, innrásina í 2003 og eftirfylgjandi ófrið hava verið greið og kritisk.
Men um vit síggja burtur frá hesum, frá irakiskum røddum sjálvum um kríggj, sanksjónir og herseting, so fer tað helst at passa væl, at eingin í Irak hevði nakað neiligt at bera hesum innrásum.
Kristnu í Irak
Skaale greiðir frá, at talið av kristnum í Irak seinastu 23 árini er farið úr umleið 1,5 milliónum niður í umleið 250.000.
Hetta er uttan iva ein álvarsom og syrgilig menning.
Men um vit síggja burtur frá at Irak nettup fyri 23 árum síðan varð álopið, og síðan upplivdi eina innrás, herseting, borgarakríggj og seinni framkomu av ISIS, so kann man næstan koma til ta niðurstøðu, at hetta er ein menning, sum fyrst og fremst má skrivast upp á irakiska samfelagið sjálvt.
ISIS og hvør bar byrðuna
Skaale greiðir frá bardaganum móti ISIS og leggur dent á leiklutin hjá irakiskum og vesturlendskum herdeildum.
Tað er rætt, at vesturlendsk lond høvdu ein týdningarmiklan leiklut við loftálopum og stuðli.
Men um vit síggja burtur frá at tað vóru irakiskar deildir og staðbundnir vápnaðir bólkar, sum lógu í fremstu linju og bardust húsana millum í Mosul, ofta saman við stuðli frá kreftum knýttum at Iran og undir leiðslu av m.a. Qassem Soleimani, so kann ein lætt fáa ta fatan – sum eg hoyri millum orðini hjá Skaale – at hetta fyrst og fremst var eitt kríggj, har vesturlendingar komu og hjálptu til við at loysa eitt lokalt “problem”, sum mest av øllum verður lýst sum ein innanhýsis religiøsur trupulleiki, og sum onnur so koma og hjálpa teimum at fáa tamarhald á.
Føroyski friðarlærarin
Men mest sermerkta parturin av allari samrøðuni kemur móti endanum.
Sjúrður Skaale greiðir frá, hvussu hann situr og roynir at læra irakarar, hvussu teir skulu liva saman í friði.
Hetta er sama land, sum hevur verið gjøgnum kríggj móti Iran, kríggj móti USA og Kuwait, áravísar sanksjónir, amerikanska innrás, herseting, borgarakríggj, ISIS og eina røð av uttanhýsis ávirkanum, sum framvegis seta dám á samfelagið.
Men um vit síggja burtur frá øllum hesum, frá allari hesi søgu og teimum strukturellu fortreytunum, so er tað kanska júst tað sum hevur manglað í Irak: ein føroyskur fólkatingslimur, sum á einari stuttari vitjan kann greiða teimum frá, hvussu man livir saman í friði.
Tað kann sjálvandi vera, at hann hevði góðar hugsanir og góðar ætlanir.
Men fyri meg ljóðar hetta minni sum ein eyðmjúk samrøða og meira sum ein ímynd av, at vit í vesturheiminum framvegis halda okkum hava okkurt serligt at læra irakarar um teirra egna samfelag.
Petur Martin Johannesen
12 juni 2026
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



