Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody
Onnur tíðindi

Visit Faroe Islands: Visit Faroe Islands hevur ment nýtt kunningarátak um ábyrgdarfullan atburð hjá ferðandi í Føroyum.

Átakið tekur støði í ferðavinnuætlanini Heim og byggir víðari á stóra arbeiðið við ferðafólkakunning, sum er gjørt seinastu árini. Við heitinum “Please Visit Responsibly” verður ein greiður og altjóða kendur boðskapur tikin í nýtslu – har ein tilsiping spælir við “Please Drink Responsibly”, sum fólk flest kenna frammanundan.

Boðskapurin er einfaldur: ferðafólk eru hjartaliga vælkomin til Føroyar, men tað er eisini týdningarmikið at vísa atlit og ferðast við ábyrgd.

Tónin í átakinum er lættur og eitt sindur ‘skeivur’, og útgangsstøði er, at vit trúgva uppá, at ferðafólkini ynskja at gera tað rætta, og við hesi kunningini hava tey fortreytirnar fyri at gera tað.

Talan er um eitt samlað átak, sum sameinir marknaðarføring og ferðafólkakunning. Frá tí løtu fólk byrja at kunna seg um Føroyar á sosialum miðlum og á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands skulu tey møta somu greiðu boðskapum um, hvussu ein ferðast við virðing fyri náttúru, samfelagi og fólki.

Tey møta eisini sama boðskapi, tá tey eru komin til Føroyar. Komandi tíðina verður átakið sjónligt á flogvøllinum, har stór veggjaprýði og kunning á skíggjum fara at taka ímóti teimum ferðandi. Boðskapurin verður eisini sjónligur umborð á Norrønu, í Atlantic Review blaðnum hjá Atlantic Airways umframt á m.a. gistingarhúsum, leigubilum og kunningarstovum. Átakið verður eisini rullað út á sosialum miðlum og á øðrum pallum, soleiðis at boðskapurin fylgir teimum vitjandi gjøgnum alla ferðina.

Sum partur av átakinum hevur Visit Faroe Islands ment eina serliga heimasíðu við ítøkiligari kunning og góðum ráðum um ábyrgdarfullan atburð í Føroyum: https://visitfaroeislands.com/please-visit-responsibly

– Við “Please Visit Responsibly” vilja vit vísa ferðafólkum, hvussu tey kunnu njóta Føroyar og samstundis vísa atlit til náttúru og samfelag, sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands. Vit hava við hesum savnað og styrkt tað arbeiðið, sum longu er gjørt innan ferðafólkakunning, og gera tað meira sjónligt og samanhangandi.

Hetta er sostatt bæði eitt kunningar- og marknaðarføringsátak, sum skal stuðla okkara arbeiði at menna Føroyar sum eitt ábyrgdarfult og burðardygt ferðamál.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #