Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will
Onnur tíðindi

Løgreglan: Føroya Politi hevur í dag gjørt venjingar við Tjarnir. Venjingarnar eru partur av fyrireikingunum hjá politinum til dystirnar, sum verða spældir hóskvøldið í Havn og í Klaksvík. Fólk kunnu vænta, at politiið verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini komandi dagarnar.

Fólk skulu kenna seg trygg
Alsamt fleiri evropeiskir dystir hava verið spældir í Føroyum seinastu árini, og oftast verða hesir avgreiddir í góðum ítróttaligum anda. Tó so er politiið væl fyrireikað og væl mannað til ymisku støðurnar, sum kunnu koma fyri – bæði áðrenn dystin, undir dystinum og eftir dystin.

Føroya Politi verður til staðar á ymiskan hátt og verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini. Endamálið er at tryggja, at føroyska samfelagið kennist trygt, hóast at ein slíkur dystur verður spældur í Føroyum.

Kunning á Facebook
Á dystardegnum verður viðkomandi kunning frá Føroya Politi løgd á Facebook.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #