Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

OY Voxbotn 2023: Føroyski Reiley, sum veruliga er stóra stjørnan í Føroyum í løtuni, verður við á OY Voxbotn 2023!

Rani Petersen er maðurin handan kunstnaranavnið Reiley og er ungi havnamaðurin ein av teimum størstu stjørnunum á sosialu miðlum.

Við sær hevur hann ein gandakendan og litfagran heim, har vit við euforiskum løgum sum blah blah blah, YOU, Let IT Ring og so hittið, sum vit øll hava sungið við til: Breaking My Heart sleppa við, á eina glitrandi ferð millum stjørnur og mánar.

Hann ferðast kring allan heim og arbeiðir saman við teimum størstu innan altjóða tónleikavinnuna. Nú kemur hann aftur til Havnar og tað gleða vit okkum til.

Frá eurovsion og heimsins størstu sangkapping, til pallin, mitt í býnum í Havn.

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly, Eyðun og Terji og Lena Anderssen, Superloader og Fríði Sigmundsson og koma á OY Voxbotn 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo