Mentamálaráðið: Aftan á átta ár sum stjóri í Norðurlandahúsinum takkar Gunn Hernes fyri seg. Í hesum sambandi varð skipað fyri fráfaringarhaldi fríggjadagin 12. juni.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, helt røðu. Hann takkaði Gunn fyri árini og segði millum annað soleiðis í røðu síni:
- Góða Gunn. Tað er eingin loyna, at tú og eg ikki altíð hava sæð eins upp á øll viðurskifti. Men eitt livandi fólkaræði krevur ikki, at øll hugsa eins. Eitt livandi mentanarlív krevur heldur ikki, at øll ganga somu leið. Tað krevur nakað annað. Tað krevur, at vit kunnu hittast hóast ymisk sjónarmið. At vit kunnu vera ósamd - og framvegis vísa hvørjum øðrum virðing. Tað er ein av teimum sterkastu súlunum í Norðurlondum - tann fólkaræðisliga samrøðan.
Øll røðan fyri Gunn Hernes kann lesast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



