Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King
Politikkur

Amerikanski uttanríkisráðharrin Marco Rubio dróg í røðu síni til trygdarráðstevnuna í München í land í mun til dundurtaluna sum varaforsetin J.D. Vance helt á somu ráðstevnu í fjør, har hesin millum annað tosaði um hóttanina sum kom innanífrá.

Marco Rubio legði dent á tað sum USA og Europa hava í felag. Hann tosaði um hjálpina sum Europa hevði veitt USA tá á stóð og hann tosaði nógv um søguligu bondini ímillum báðar heimspartarnar.

- Okkara lagna er og fer altíð at vera samantvinnað við tykkara. So tá vit eru ósamd við Europa og kanska tykjast eitt sindur bondsk tá vit havast at Europa, kemst tað av, at USA stúrir fyri framtíðini hjá Europa. Vit vilja hava ein sterkan samstarvspartnara, ikki ein veikan. Ein sum veit hvat tað er, vit stríðast fyri, tá vit fara í kríggj, segði amerikanski uttanríkisráðharrin millum annað í síni røðu til ráðstevnuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #