Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
Vinna

Runavíkar kommuna: Meðan eftirglóðin av krúnufarsóttini, og lutvísi havnastongsulin móti skipum úr Russlandi gjørdu árið 2023 lakari enn árini frammanundan, so hilnaðust bæði 2024 og 2025 betri enn árini frammanundan hesum. At embargo´in mótvegis Russlandi, íkomin av landsins støðugu og óskiljandi krígsherjan inni í eini grannatjóð, fór at minka um inntøkurnar var sjálvsagt – somikið stóran týdning sum tær høvdu fyri Runavíkar havn og vinnulívið yvirhøvur í Føroyum. Annað virksemi, á fleiri mótum, hevur kortini tikið dik á seg ístaðin, og harvið gjørdist raktrarárið 2025 tað besta hjá Runavíkar havn yvirhøvur í inntøkum.

Slakar 24 milliónir krónur í bruttoinntøku, meðan vinningurin er slakar 9 milliónir krónur. Ein orsøk til, at vinningurin í árinum er lakari enn hann kundi verið, eru íløgur framdar yvir raksturin. Eitt nú í dýping við monteringsbryggjuna á Skála, asfaltering á havnaøkjum, amboð til móttøku av ferðamanaskipum o.s.v. Runavíkar havn ger støðugt ábøtur á gøgnini, sum havnin varðar av.

Í einum umskiftiligum heimi er ilt at spáa um framtíðina. Farsóttum, kríggi og avleiðingum av hesum, fáa vit ikki vart okkum fyri, men onki bendir á, at hóttafall kemur á - í mun til støðuna í dag. Inntøkurnar koma úr nógvum vinnukeldum og í løtuni verður nýggj turrdokk bygd hjá Mest á Skála, sum ivaleyst fer at hava meiri ferðslu við sær, nýggi orkudepilin hjá EFFO í Søldarfirði verður skjótt veruleiki, og í løtuni verður bryggja smíðað framvið íbúðunum í sunnara parti av bátahylinum í Runavík. Aðrar størri ætlanir eru eisini á veg, og hesar fara vit at hoyra meiri um í næstum. Tí hava vit ein forvæntning um, at árið í ár verður á sama støði sum 2025.

Stabbamyndin ovari sýnir gongdina eftir kommunusamanleggingarnar í 00´unum. Síðan havnirnar vórðu lagdar saman hava inntøkurnar og nettovinningurin í 21 ár verið ávikavíst góðar 313 og slakar 126 milliónir krónur.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #