57 ára gamli russiski obersturin Damir Davydov er dripin av einari bilbumbu nærhendis Moskva, skriva óheftir russiskir miðlar sum Astra, The Insider og Meduza.
Russiskir myndugleikar hava váttað, at ein persónur er deyður í eini spreinging, men hava ikki nevnt offrið. Russiski tinglimurin og eftirlønti herovastin Vladimir Shamanov kallar sambært The Guardian álopið fyri eina "gølu," skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



