Tann, sum ikki tímir at lesa, er líka fátækur í andanum sum tann, ið ikki dugir at lesa
- orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann, sum ikki tímir at lesa, er líka fátækur í andanum sum tann, ið ikki dugir at lesa
- orðatak
Krutl

Ein trani, ella grátrani, hevur verið at sæð í Suðuroynni í nakrar dagar.

Anja H. Magnussen hevur sæð hann fleiri ferðir og tikið myndir/videobrot av honum, sum VP við loyvi endurgevur her á síðuni.

Anja fortelur, at hon sá hann í Akrabergi 1. mai og so aftur í dag í Sumba, har videobrotið er frá.

Keldur á netinum vilja vera við, at trani hevur verið sera sjaldsamur gestur í Føroyum. Fram til 2009 vóru 12 skrásetingar, tær flestu frá mai ella juni. Eftir tað hevur hann ikki verið á listanum yvir serliga sjaldsamar fuglar.

Størsti stovnurin er at finna í Russlandi, Finnlandi og Svøríki, sigur Birdlife. Teir halda mest til í vátlendi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #