Innsent: Leygardagin 6 juni, verður bjóðað til tiltakið ”Saman Um Fjørðin”.
Tiltakið verður á Heiðavegnum í Saltangará, við fyrrverandi býráðshúsið og Maskinhandilin.
Tað eru kristnar samkomur og felagsskapir við Skálafjørðin, sum standa saman um hetta.
Tiltakið byrjar kl 13 og endar kl. 17.
Á økinum verður tjald, har bjóðað verður til stórt kaffi og køkuborð. Til børnini verða hoppiborgir, barnatiltak, barnakór og okkurt drekkandi.
Pallur og ljóð frá Steingrund Akustik verða sett upp, og har verður sangur og tónleikur við ymiskari luttøku, m.a. Bill Justinussen, Petur Hans Hansen, Kafébólkurin, Eyðun Jacobsen, Barnakór, o.fl.
Tiltakið endar við eini ”Syngið Við” løtu.
Øll eru hjartaliga vælkomin til hetta tiltakið.
Skráin:
Kl. 13.00 Vælkomin
Kl. 13.15 Eyðun Jacobsen og Zamar
Kl. 14.00 Bill Justinussen
Kl. 14.45 Barnatiltak - Barnakór
Kl. 15.30 Petur Hans Hansen
Kl. 16.15 Syngi við
Kl. 17.00 Liðugt
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



