Tú sært ongantíð ælabogan, um tú bara hyggur niður
- Charlie Chaplin

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú sært ongantíð ælabogan, um tú bara hyggur niður
- Charlie Chaplin
Lesarin skrivar

Tað er trupult at fáa eyga á batar í samgonguskjalinum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, tá umræður livikorini hjá lágløntum pensjónistum.

Í Samgonguskjalinum verður boðað frá, at markið fyri mótrokning skal hækkast upp í 300.000 kr., og samstundis skal mótrokningarprosentið hækka upp í 30 prosent. Og skulu arbeiðs-marknaðargjøld eisini rindast av arbeiðsinntøku hjá pensjónistum.

Hetta uppskot um mótrokning gagnar einans pensjónistum, sum eru høgtløntir og ikki teimum mongu, sum bert hava lága pensjón, og lága arbeiðsinntøku ella lága privata pensjón at liva av.

Mótrokningin átti heldur at verið broytt soleiðis, at hon ístaðin kann gagna stórum tali av  fólkapensjónistum, ið hava lága inntøku.

Beint fyri løgtingsvalið kom Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, við uppskoti um at hækka mótrokningina í fólkapensjónini úr 61.900 kr. upp í 102.600 kr. Um tílíkt uppskot til mótrokning varð sett í verk, vildi tað hjálpt einum hópi av lágløntum fólkapensjónistum, sum soleiðis høvdu fingið meira pening at liva av.  

Teir pensjónistar, ið bert ella nærum bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, hava tørv á at fáa eina eykaviðbót ella eldrakekk líknandi donsku skipanini.

Somuleiðis eiga fyritíðarpensjónistar, sum fáa pensjón, ið liggur undir fátækraváðamarkinum, eisini at fáa ein eykaviðbót afturat fyritíðarpensjónini, ið lyftir teir upp um fátækraváðamarkið.

Í samgonguskjalinum verður sagt, at fyribils tiltøk verða sett í verk at lætta um hjá fólki, nú oljuprísirnir eru hækkaðir munandi og matvøruprísirnir eru vorðnir sera høgir.

Fráboðaði oljustuðulin eigur at verða settur í verk, hetta ongantíð ov skjótt.

Áhugabólkur Pensjónista

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #