Alt er søtt hjá tí svanga
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Alt er søtt hjá tí svanga
- Føroyskt orðatak
Vinna

Sandoy Seafood vendi minus til plus í fjør, eftir at úrslitið frá frá halli uppá 2,8 milliónir krónur í 2024 til vinning uppá 2,8 milliónir krónur í fjør.

Tað hendi eftir at bruttovinningurin vaks úr 16,6 mió kr í 2024 til 27,3 mió kr í fjør.

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at árið í fjør var merkt av størri framleiðslu, sjálvt um felagið framvegis hevur avbjóðingar av at fáa nóg nógva rávøru. Tí ber illa til at útnytta kapasitetin, men tað verður arbeitt miðvíst við at betra um hesi viðuskifti. Leiðslan er eftir umstøðunum nøgd, og hon væntar, at úrslitið verður tað sama ella enn betur í ár.

Starvsfólkakostnaðirnir vuksu úr 16,4 til 21,3 mió kr.

Fíggjarstøðan javnvigar við 64,5 mió kr, eginpeningurin er 60,4 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #