Hvussu stendur til við sannleikanum á okkara arbeiðsplássum? Og hví tykist tað ofta vera torført at siga tað, sum veruliga er satt?
Hetta eru nakrir av kjarnuspurningunum í nýggju bókini “Alle lyver for lederen – om sandhedens skrøbelighed”, sum nú verður løgd fram í Havn.
Mikudagin kl. 19.00 verður bókaframløga í hølunum hjá Føroya Lærarafelag, Pedda við Stein gøta 9. Øll áhugað eru vælkomin.
Í bókini verður varpað ljós á, hvussu lygnir, hálvsannleikar og tøgn eru ein natúrligur partur av arbeiðslívinum – bæði millum starvsfólk og leiðarar. Tað snýr seg ikki bert um beinleiðis lygnir, men eisini um tað, sum ikki verður sagt, tað sum verður pakkað inn, og tað sum verður tillagað fyri at passa inn í skipanir og væntanir.
Bókin byggir á bæði fenomenologiska gransking, praksisroyndir og ítøkilig dømi, og hon setir spurning við, hvussu vit kunnu skilja og handfara tað særbari, sum liggur í sannleikanum á arbeiðsplássum.
Við bókini verður eisini lagt upp til kjak:
Hvussu kunnu vit skapa arbeiðspláss, har sannleikin fær betri treytir? Og hvat krevst av bæði leiðarum og starvsfólkum, um vit vilja styrkja áliti í gerandisdegnum?
Á bókaframløguni verður høvi at hoyra meira um tankarnar handan bókina, seta spurningar og taka lut í kjaki. Og at keypa bókina fyri ein serprís á 67,- kr.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



