Fróðskaparsetrið: Mangan hungra fólk eftir at síggja, hvat gransking kann brúkast til í verki. Og tað er nýggi manualurin um heilsufótbólt til fólk, sum hava diabetes2, eitt avbera gott dømi um.
Samstarvið um hesa vegleiðandi handbókina kom í lag eftir, at May-Britt Skoradal, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevði hildið fyrilestur á altjóða ráðstevnu hjá IDF í Bangkok í fjør um síni granskingarúrslit um heilsufótbólt og diabetes2.
May-Britt og Magni Mohr, professari á Setrinum, hava havt høvuðsábyrgdina av innihaldinum í samstarvi við Peter Krustrup og Tinu-Theu Nielsen á SDU.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



