Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Innlendis ítróttur

Seyðahundasambandið: Seyðahundasamband Føroya hevði aðalfund sunnudangin 12. apríl í ÍSF-húsinum, og uppmøtingin var góð.

Fyri vali stóðu Anna Sofía Fjallheim og Tóki Berg Mikkelsen. Anna Sofía Fjallheim tók við afturvali, men Tóki Berg Mikkelsen stillaði ikki upp aftur og í hansara stað kom John Arne Svabo Samuelsen.

Einasta broyting í nevndini varð sostatt, at John Arni Svabo Samuelsen kom beinleiðis inn fyri Tóka Berg Mikkelsen sum peningarøkil.

Nevndin sær soleiðis út:

Jónstein Petersen, formaður

Tummas Jacobsen, næstformaður

Anna Sofía Fjallheim, skrivari

John Arne Svabo Samuelsen, peningarøkil

Sigtór Dam, nevndarlimur

Brandur Klettskarð í Kongstovu, eykalimur

Hans Jóhann Sørensen, eykalimur

Nevndin í Seyðhundasambandi Føroya vil takka Tóka Berg Mikkelsen fyri tað stóra arbeiði hann hevur gjørt fyri Seyðahundasamband Føroya og ynskir honum blíðan byr í framtíðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #