Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King
Krutl

Jegvan Elias Thomsen, keypmaður, í Sandavági keypti 11. juni 1953 trolaran Forseta á tvingsilssølu og avhendaði hann stutt eftir til pf. Drang í Sandavági.

Forseti var íslendskur trolari, sum seinastu tíðina hevði siglt út frá Sørvági við føroyskari manning. Sørin Nielsen í Sørvági átti, sum skilst, í bátinum.

Tindhólmur, ið hann síðani nevndist, var smíðaður í 1928 í Tønsberg í Noregi, var 400 tons brutto og hevði 530 hesta guvumaskinu.

Á heysti 1956 fór Tindhólmur til Harstad í Norðurnoregi til umbyggingar. Í hesum sambandi varð kolfýringin skift út við oljukynding. Tindhólmur varð eftir hetta máldur til 441 tons brutto, og maskinorkan uppgivin at vera 570 hestar.

26. apríl 1960 keypti pf. Nónfjall í Sørvági Tindhólm úr fútarættinum, eftir at hann um heystið 1959 var farin undir hamaran.

Hjalmar Gásdal, sum hevði ført Forseta í 1952 og 1953, førdi Tindhólm frá 1953 til 1958. Pauli Jacobsen úr Sørvági var síðani skipari á Tindhólmi.

Í 1965 keypti Hans Pauli Johannesen, stjóri, í Havn trolaran í Føroya fútarætti og seldi hann til eitt felag í Dunston on Tyne í Bretlandi til upphøggingar. Tindhólmur varð strikaður úr skipaskránni 4. desember 1965.

Myndin av trolaranum Tindhómi er úr savni Karmal Olsens.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #