Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King
Politikkur

Uttanríkis og Mentamálaráðið: Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum, Sirið Stenberg, luttók 12. februar saman við danska verjumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, og grønlendsku landsstýriskvinnuni í uttanríkis- og granskingarmálum, Vivian Motzfeldt, á fleiri fundum í høvuðssætinum hjá NATO í Brússel. Á skránni var trygdarstøðan í Arktis og Norðuratlantshavi, har nýggja NATO-átakið Arctic Sentry var eitt av høvuðsevnunum.

Á fundunum hittu politisku umboðini úr Føroyum, Grønlandi og Danmark millum annað ovastu hernaðarligu leiðararnar í NATO, SACEUR og SACT. Eisini vóru fundir millum norðurlendsku verjumálaráðharrarnar og millum sameindu arktisku verjumálaráðharrarnar, har trygdarstøðan í økinum varð umrødd. Londini vóru samd um, at tað er neyðugt at raðfesta bæði trygdina og kapasitetirnar í Arktis og Norðuratlantshavi.

- Føroyar hava ein týðandi leiklut í trygdarpolitisku myndini í Norðuratlantshavi. Tí er umráðandi at hitta starvsfelagar úr londunum í Arktis og Norðuratlantshavi regluliga, m.a. fyri at umrøða, hvussu vit styrkja samstarvið um trygdina í økinum, sigur Sirið Stenberg.

Broytingarnar í Arktis og Norðuratlantshavi hava beinleiðis týdning fyri Føroyar. Skiftið í trygdarpolitiska landslagnum ber við sær, at tað er avgerandi fyri Føroyar at taka virknan lut í altjóða samstarvi, sum kann fáa stóra ávirkan á okkara nærumhvørvi. Við luttøkuni á NATO-fundunum staðfesta Føroyar sín leiklut sum partur av einum breiðum samstarvi um trygd í Norðuratlantshavi, har endamálið er at varðveita frið og støðufesti í økinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #