- Robert Mueller er júst deyður. Gott. Eg eri glaður fyri at hann doyði. Nú kann hann ikki longur gera ósekum fólki ónáðir, segði forsetin minni enn hálvan tíma eftir, at fyrrverandi FBI ovastin var deyður eftir eftir longri sjúkralegu.
Vanliga vísir ein amerikanskur forseti familjuni samkenslu, ella, í ringasta føri, sigur bara onki, um hann onki gott hevur at siga.
Men við Donald Trump er alt øðrvísi.
Donald Trump hevði ilt eygað á Robert Mueller, tí hann stóð fyri kanningini av sambandinum millum Donald Trump og Russland upp undir forsetavalið í 2016. Tá niðurstøðan kom í 2019 var hon, at Donald Trump fekk nógva hjálp frá Russlandi at vinna á Hillary Clinton.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



