Ein eigur at kanna ryggin eins væl og byrðina
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein eigur at kanna ryggin eins væl og byrðina
- V. Poulsen
Tiltøk

Uttanríkis- og fiskimálaráðið: Flestu lond síggja tað sum eina av týdningarmestu uppgávunum at tryggja borgarunum støðuga atgongd til mat. Seinastu árini hevur nógv verið tosað um matartrygd í Norðurlondum, serliga í sambandi við veðurlagsbroytingar, kríggj og farsóttir.

Matartrygd er eitt av evnunum á almennu ráðstevnuni, Fiskur og framtíðin - møguleikar og avbjóðingar, sum verður í Silo 8. juni.

Á ráðstevnuni fer Bente Torstensen, stjóri í Nofima, at hava fyrilestur um, hvussu sjófeingi kann veita okkum matartrygd á burðardyggan hátt. Eisini fer hon at greiða frá, hvar forðingarnar og møguleikarnir liggja, tá ið tað snýr seg um at fáa fólk at eta meira av mati úr sjónum.

Nofima er ein av fremstu matvørugranskingarstovnunum í Evropa, serliga innan sjófeingi. Bente Torstensen tók við sum stjóri í Nofima í 2023. Hon hevur ph.d. í føðslulívfrøði og hevur drúgvar royndir sum granskari og granskingarleiðari í bæði Nofima, NIFES og MOWI.

Fleiri aðrir áhugaverdir fyrilestrar og orðaskifti verða á ráðstevnuni, sum verður í Silo á Vestaru Bryggju í Havn mánadagin 8. juni kl. 8.00 - 15.45. Tiltakið er alment og ókeypis, men neyðugt er at melda til.

Her ber til at síggja skrá og melda til.

Tað er føroyski formansskapurin í fiskivinnusamstarvinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum skipar fyri ráðstevnuni. Endamálið er at viðgera, hvussu framtíðar samfeløg kunnu fáa mest virði burtur úr havsins tilfeingi. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #