Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Sjúrður Skaale hevur sum fólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin fingið fleiri av sínum ynskjum við í samgonguskjalið hjá nýggju donsku stjórnini.
Vit kunnu tí vænta, at danska stjórnin millum annað fer at:
-
Stuðla Føroyum í at fáa betri atgongd til ES marknaðin.
-
Vera opin fyri at veita eitt statslán til ein møguligan Suðuroyartunnil.
-
Virka fyri, at føroyskar fyritøkur fáa ágóðan av verjuíløgum í Norðatlantshavi.
-
Knýta ein nýggjan samskiftiskaðal í føroyska fjarskiftisundirstøðukervið, so hann eitt nú kann brúkast av Føroya Tele. Eisini er stjórnin sinnað at tingast um fíggingarleist.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



