Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen

Kaj Andreasen & Co: Í vikuni hevur Kaj Andreasen & Co skipað fyri skeiði innan spreingitøkni í Føroyum í samstarvi við Nitro Consult, BEF, Arbeiðseftirlitið og Jarðfeingi.

Skeiðið varð hildið í Tórshavn og hevði til endamáls at styrkja trygd og fakliga støði innan spreingiarbeiði. Skeiðið fevndi um bæði teori og praktiskar venjingar innan trygga planlegging og gjøgnumføring av spreingingum.

Í alt 12 luttakarar luttóku í skeiðinum saman við 3 undirvísarum, herundir John og Mathias frá Nitro Consult, 2 umboðum frá Arbeiðseftirlitinum, Óla og Símun, og 1 umboði frá Jarðfeingi, Bartal.

Allir luttakarar hava staðið próvtøkuna og fingið teoretiska grundútbúgving innan spreingitøkni, sum tekur eina viku at gjøgnumføra.

Slík skeið eru ein týdningarmikil liður í arbeiðinum at tryggja høgt fakligt støði og trygd í vinnuni í Føroyum.

Kaj Andreasen & Co arbeiðir miðvíst fyri at styrkja trygd og fakliga førleikar innan spreingiarbeiði, og ætlanin er at skipa fleiri faklig skeið í Føroyum í framtíðini.

Á myndini síggjast luttakararnir, sum hava lokið skeiðið og fingið prógv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #