Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Jacqueline tekur við starvinum sum skúlastjóri í Sandoyar Meginskúla tann 1. august 2021

- Karakterur sigur bert nakað um, hvørjar kvalifikatiónir næmingarnir hava, og ikki, hvørjar kompetansur teir kunnu rúma

Á hugnaligari samkomu í Skótahúsinum í Runavík fingu 22 starvsfólk á eldraøkinum handað prógv

Í dag, 18. juni, fingu 28 lærlingar prógv á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. 7 í elektrikarafakinum, 10 í timburfakinum og 11 í maskinfakinum

- Endamálið við skúlanum við Áir er at menna tykkum næmingar soleiðis, at tit gerast betur førir fyri at møta teimum avbjóðingum, sum samfelagið býður

Tann 19. juni 2021 er Heðin R. Joensen útlærdur sum húsavørður. Heðin hevur staðið í læru hjá Ítróttaranlegg og er fyrsti húsavarðarlærlingur, sum er útbúgvin hjá Tórshavnar kommunu

Nýggj nevnd hevur tikið við í Foreldrafelagnum Heimi & skúla. Formaðurin síðstu árini heldur fram, skrivar Skúlablaðið

Í Kaldbaks skúla hava tey havt eitt sera virkið Spælilið hetta skúlaárið. Næmingar í bæði 6. og 7. flokki hava eina ferð um vikuna alt skúlaárið skipað fyri ymsum spølum fyri teirra yngri skúlafelagum. Til stóra gleði fyri øll

Í frágreiðingini eru miðalúrslitini viðgjørd, og ymsir myndlar verða vístir. Eins og frágreiðingin, sum kom út í november í fjør, verður í hesari gjørt nakað burtur úr viðgerðini av úrslitunum

Hesaferð eru ikki færri enn tríggir flokkar av útlendingum, sum hava tikið prógv eftir hvør síni skipan

Hátíðarhald var í Múllers Pakkhúsi nú seinnapartin, har 48 útlendskir næmingar úr 17 londum, sum hava tikið prógv í føroyskum á Kvøldskúlanum, sungu á føroyskum, so tað stóð eftir í

- Nógvu tíðaravmarkaðu lærarastørvini eru ein bági fyri fólkaskúlan; óviss setanarviðurskifti gera, at lærarar kenna seg strongdar, tá summarið nærkast, tí teir vita ikki, um teir hava starv aftur eftir summarfrítíðina

Í morgun varð kunngjørt, at 3. flokkur úr Sands skúla fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2021. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: “Hví bresta poppkorn?”

Í morgin kemur tónleikaútgávan Blandað Drops – Børn í Vágs skúla syngja

Teir eru fýra í skúlabólkinum: Eivind, Pol, Aksel og Andrias. Teir høvdu biðið um fund við borgarstjóran fyri at fáa greiði á ymiskum, sum teir høvdu at spyrja um

Ein flokkur við seks persónum, sum læra seg føroyskt, var á gátt á Ráðhúsinum í dag, har Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, bjóðaði vælkomin

Ongar ársroyndir verða restina av vikuni. Próvtøkurnar verða kortini sum ætlað

Mikudagin 12. mai skipaði Glasir fyri tiltakinum “Vinnan vitjar”. Fyritøkur umboðandi framleiðslu-, byggi- og KT vinnuna vitjaðu

Lagið var gott á næmingunum á hægri námi á Glasi seinnapartin, nú teir fyri fyrstu ferð síðani korona kom eru samlaðir til eitt felags tilta

Umstøðurnar hjá lærarum at fara setursskúla saman við næmingunum eru versnaðar munandi. Tað er sera spell, heldur Jacob Eli S. Olsen, tí setursskúlar hava stóran týdning fyri trivnaðin hjá næmingum

Aðalfundur var í Føroya Lærarafelag á Hotel Føroyum í gjár

Á Umhvørvisvikuni hava 5. flokkar í Tórshavnar kommunu vitjað á Kommunalu Brennistøðini

- Vit hava sera góðar royndir av vinaflokkunum. Í praksis merkir tað at vera vinaflokkur, at ein ávísur næmingur í til dømis fyrsta flokki er vinur við ein ávísan næming í fimta flokki, sigur Sigrid av Reyni Thomassen, AKT-lærari

Í morgun vitjaðu forskúlabørn í Sankta Frans skúla á Ráðhúsinum. Børnini fingu eitt prát við borgarstjóran og høvdu eisini eina fína mappu við

Í Skúlanum á Argjahamri á Argjum eru fýra lærarar farnir saman um eina spennandi royndarverkætlan, teir nevna felagsskapur. Verkætlanin hevur til endamáls at menna førleikarnar hjá næmingunum

Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar Kommunu hevur skipað fyri fimm daga longum skeiði í demens, og í gjár fingu fyrstu starvsfólkini prógv

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur havt høvuðsábyrgdina av drúgvum yvirlitsverki í "Sports Medicine" um vøddafysiologi, sum byggir á gransking heilt aftur til 1930-ini

Annarhvør næmingur í miðdeildini í Skúlanum á Argjahamri hevur teknað seg til undirvísing eftir skúlatíð í lærugreinini tøknilig fatan, skrivar Skúlablaðið

Bergur Rønne Moberg, lektari á Føroyamálsdeildini er 1. apríl 2021 settur í starv sum lektari á Institut for Nordiske Studier og Sprogvidenskab, Københavns Universitet (KU)

- Ert tú ikki í kt-brillunum, mást tú læra teg at hugsa nýtt. Og her er vitanardeiling ein týdningarmikil partur, sigur Tóri Slættalíð, kt-ráðgevi á Námi, við Skúlablaðið

Fríggjadagin 16. apríl fingu Tróndur Hammer og Gunnar Haakon Petersen prógv sum maskinistar

Í dag var Íverksetarahúsið, í Klaksvík, karmur um Danmarksmeistaraheitið í íverksetan fyri fólkaskúlanæmingar. Endin var at føroyski bólkurin ”DUEL – North Atlantic Skincare” frá Nám X vann

Næmingarnir á Nám X í Eysturskúlanum hoyrdu í morgun um virksemið í Tórshavnar kommunu og um starvið sum borgarstjóri. Borgarstjórin sjálvur, Heðin Mortensen, hevði framløguna fyri næmingunum

Frágreiðingin, sum nú er liðug, byggir á tekst, sum ein ritstjórnarbólkur hevur sett saman úr tí tilfari, sum tá kom fram

- Undirvísingin hevur verið ov einstáttað, ov siðbundin og ov nógv merkt av vanligari undirvísing, sum vóru øll í somu stovu

Kappingin um Danmarksmeistaraheitið verður hósdagin 15. apríl

Fríggjadagin 26. mars var stór hátíðarløta á Glasi, tá 50 lærlingar fingu handað prógv. Teir 50 lærlingarnir hava staðið sveinaroynd innan yrkini: El, hárfríðkan, maskinsmíð, rørsmíð, plátu- og konstruktiónssmíð og húsasmíð

- Tað er eingin ivi um, at heimaskúlin hevur verið serliga strævin hjá næmingum, sum ikki eru motivaðir at ganga í skúla og kanska ikki eru so bókliga áhugaðir, sigur Marin S. Bláberg, skúlastjóri í Vestmanna skúla

BankNordik og Skúlafótbóltur hava longt samstarvið, og BankNordik held-ur sostatt fram sum høvuðsstuðul hjá fótbóltskappingini, sum á hvørjum ári verður skipað til allar fólkaskúlar og miðnámsskúlar í landinum

- Sama hvussu spennandi og nýskapandi undirvísing lærarar megna at skapa á netinum, so verður hon ongantíð líka góð, sum góða undirvísingin í eini skúlastovu

Fyri fyrstu ferð hava reiðfólk fingið prógv í Føroyum innan ríðing frá universitetinum á Hólum í Íslandi

- Koronaskúlin hevur latið upp fyri, at tað ber væl til at hava undirvísing á netinum, heldur Tóri Slættalíð, KT-ráðgevi á Námi

Handarbeiðið er ógvuliga vælumtókt á Tórshavnar Kvøldskúla. Fleiri eru møguleikarnir, og flestu lærugreinar hava breiða undirtøku

Bøkur eru meira enn bara bøkur. Tær hava sína søgu og sína sál. Tí eigur virðingin fyri bókini at vera hareftir

984 umsóknir eru um at sleppa í miðnám næsta skúlaár. Hetta eru fleiri enn í ár, tá 919 umsóknir vóru, skrivar KVF

Í dag 12. mars fingu 18 maskinistar prógv handað í Vinnuháskúlanum

Teir dreya. Menninir á verkstaðnum, sum í vetur hava gingið á skeið á Tórshavnar Kvøldskúla. - Tað “dreyar” seg um at hava tol og arbeiða miðvíst, siga teir

Í longri tíð hevur verið arbeitt við einari ætlan um at umvæla og dagføra bygningin, og í gjár skrivaðu Heri Hansen, fyri Timburtænastuna, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir sáttmála um at fáa framt fyrsta stigið í hesi ætlan

Rektari og stýri á Fróðskaparsetri Føroya hava gjørt av, at Erla Olsen heldur fram í starvinum sum dekanur á Námsvísindadeildini í trý ár aftrat

Útboðið av kreativum og listaligum lærugreinum á Tórshavnar Kvøldskúla er ógvuliga fjølbroytt og livandi. Ein av hesum lærugreinum er listgrafikkur