Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fyri løtu síðani varð vinnarin av kappingini Ársins Vitanarfróðu avdúkaður. Hetta var á Vísindavøkuni, sum er í Perluni og Reinsarínum í dag. Vinnaraflokkurin var 5. flokkur í Eysturskúlanum, sum hevur kannað, hvørt tað er neyðugt at brúka sápu

6. flokkur á Eysturskúlanum var við í fiskikappingini við Westward Ho herfyri. Tey vunnu ikki fiskikappingina, men tey fingu størsta toskin, sum vá væl yvir 14 pund. Toskurin var so stórur at Ruth og Lý báðar máttu hjálpast at at fáa hann um lúnningina

Altjóða arkitekturdagurin stendur fyri durum, og komandi vikuskifti verður skipað fyri ymiskum áhugaverdum tiltøkum runt um í høvuðsstaðnum. Landsverk letur í hesum sambandi dyrnar upp á Glasi

Millum átta og 10 næmingar av øðrum etniskum uppruna enn føroyskum hava fingið 10 tímar í málmenning á tímatalvuna um vikuna, og tað gongur væl, sigur Petry Hádal Johansen, serlærari í Eysturskúlanum

Nanna Schneidermann, sum er ættað úr Føroyum, er ph.d. í antropologi frá Aarhus Universitet í 2014. Hon hevur granskað vaksandi tónleikavinnuna í Uganda og ungu tónleikararnar

- Nýggja útbúgvingin er ein liður í menningini av fólkaskúlanum. Hon er eitt framstig fyri støddfrøði sum lærugrein – og sanniliga eisini fyri næmingarnar í føroyska fólkaskúlanum

Depilin fyri Heilsu- og almannagransking hevur í vikuni hildið ph.d.-skeið í epidemiologi. Heitið á skeiðinum var "Basic principles of epidemiology", og 15 phd-lesandi umframt aðrir granskarar hava luttikið

Á sjúkrarøktarfrøðideildini er flokkur 2014 farin undir síðstu starvsroyndirnar í útbúgvingini. Tá tað kom til at leggja sondu og at geva injeksjónir, løgdu tær lesandi sjálvar "kropp" til. Her eru nakrar myndir

Fyrstalærara í Porkeri, Mannbjørn Olsen, dámar tankan um at forskúli fyri alla Suðuroynna verður skipaður í Porkeri

Sunnudagin kom ein bólkur av donskum fólkatingsumboðum á vitjan til Føroya á eina sonevnda kunningarferð, har tey hava høvi at seta seg inn í føroysk samfelagsviðurskifti. Seinnapartin í dag vitjaðu tey á Glasi

Marita Svartá hevur seinastu árini búleikast í Danmark, har hon hevur samskipað ymsar verkætlanir, t.d. hjá Danmarks Radio Kultur (DR-K)

- Jagstranin eftir próvtølum oyðileggur læring og fakliga dýpd. Tað hava lærarar vitað leingi. Miriam Brems, sum bara fekk 12-tøl á miðnámi, iðrar seg nú um, at hon ikki tók av møguleikanum at læra meira og fáa betri innlit og meiri vitan fyri eitt neyðars 12-tal

Ungfólk í aldrinum 13 til 19 ár, sum hava verið fyri happing, eru einsamøll, hava angist og tunglyndi, eru fýra ferðir í størri vanda fyri at skaða seg sjálva/an álvarsliga seinni í lívinum, samanborið við onnur ungfólk

- Um landsroyndir verða í skúlaárinum, sum júst er byrjað, fáa vit at síggja; tað veldst um, hvussu tøkniligu trupulleikarnir verða loystir, sigr Rigmor Dam, mentaráðkvinna

Foreldur at børnum í forskúla, 1. og 2. flokki, ið hava pláss fyri neyðini í heystfrítíðini, 9. - 13. oktober (vika 41), tá ið skúlarnir og frítíðarskúlarnir annars eru stongdir, kunnu nú fylla út umsóknarblað í sjálvgreiðsluni

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skrivað undir nýggjan sáttmála um skúlasamstarv fyri skúlagongd eftir 7. flokk. Skúlasamstarvið eitur Framvit

- Føroyar eiga eisini at hava somu skipan viðvíkjandi integrasjón og skúla sum granna- og evropeisku londini hava

Elsa Maria Holm Olsen er sett í starv sum útbúgvingarstjóri fyri gymnasialt miðnám, sum er størsta virkisøkið á Glasi

Í Granskingarnevndini, sum stjórnar Granskingargrunninum, sita sjey limir. Nevndarlimirnir skulu hava skil fyri tí strategiska týdninginum, sum granskingin hevur fyri samfelagið, ella hava granskingarførleika

Stórur tørvur er á útbúnum ferðaleiðarum í Føroyum, og áhugin fyri at útbúgva seg innan ferðavinnuna er samsvarandi stórur

Tað kom dátt við hjá teimum gott 40 sjúkrarøktarfrøðingunum, sum skuldu byrja ískoytisútbúgvingina í heyst, at fáa boðini um, at útbúgvingin ikki byrjar sum ætlað. Teldupostur kom frá Setrinum bert fáar vikur áðrenn byrjan

Spildurnýggja leiðsluútbúgvingin, sum Setrið og Glasir standa fyri, fer ætlandi at styrkja og menna føroyska fólkaskúlan. Skúlaleiðslurnar hava leingi ynskt eina slíka eftirútbúgving – og í dag byrjaði undirvísingin

Í síðstu viku, vardi Sólvá Káradóttir Eliasen Ph.D.-ritgerð sína ”Primary production on the Faroe Shelf – Spatial and temporal variation with links to hydrography”. Verjan fór fram á Vinnuháskúlanum

Formaður felagsins í mong ár, Hanus Joensen, fór frá sum skúlastjóri 1. august. Samstundis fór hann frá sum formaður í Skúlaleiðarafelag Føroya. Á fundi 25. august hevur nevndin skipað seg

- Floksfelagin við sermerktu troyggjuni var av raskastu dreingjum til handaligt arbeiði, tá ið vit gingu í fólkaskúla, men bókligu førleikarnir vóru lítið sjónligir, og tað gav at bíta, tá ið tann eini lærarin segði við hann, at hann ongantíð fór at verða til nakað

Næmingarnir í 1. flokki í Hósvíkar skúla vóru spentir í morgun, tá Ferðslutrygd vitjaði tey. Eins og undanfarin ár fáa 1. flokkar súkkluhjálm

Skeiðstilboðini á Kvøldskúlanum í vetur eru nógv og sera fjølbroytt. Í dag verður bóklingur við øllum skeiðunum borin út í hvørt heim í kommununi

Tann góði lærarin er fyrst og fremst eitt medmenniskja. Fyri summi børn gjørdi lærarin allan munin. Her hitta fimm fyrrverandi næmingar ein lærara sum gjørdist nakað heilt serligt í teirra lívi

Tað undrar summi, at skúlabarnatalið stendur mest sum í stað, meðan fólkatalið í landinum veksur. Vit eru farin um tey 50.000, men kortini hevur tað víst seg, at nakað bendir á, at talið á skúlabørnum minkar heldur enn at vaksa

Søga 5, eitt land í menning, er nýggj søgubók til fimta flokk, sum Erling Isholm hevur skrivað, og Nám gevur út. Bókin heldur fram, har Søga 4, ein søguferð slepti

Mikudagin í komandi viku fara 716 børn fyri fyrstu ferð í skúla - í fólkaskúla og frískúla

Í dag handar Listafólkasamband Føroya Rigmor Dam, landstýrisfólki í mentamálum sítt uppskot um at Hoydalar gerast ein listamiðstøð tá ið Glasir flytur út í Marknagil

Pisudagarnir 2017 verða hildnir bæði á deildini hjá Betri í Saltangará hin 1. august kl. 19 og á Ungdómsdeildini hjá Betri í miðbýnum í Havn 2. august kl. 19

91.539 umsøkjarar fáa í dag og komandi dagarnar at vita, um tey sleppa at lesa tað, sum tey ætlaðu sær. Men longu nú er greitt, hvat krevst

Landsstýriskvinnan í Mentamálum hevur sett Marina Sigvaldsdóttir Bláberg í starvið sum fyrstalærara í Hvalvíkar skúla. Marin er 43 ára gomul og tók læraraprógv í 2003

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur sett Fríðgerð í Líð sum fyrstalærara í Hósvíkar skúla. Fríðgerð er 37 ára gomul og tók læraraprógv í 2012

Rigmor Dam landsstýriskvinna hevur sett Regin Marnersson í starvið sum skúlastjóra í Skúlanum á Fløtum. Regin er 37 ára gamal og tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 2005

- Tað eru nógvir vansar við tíðaravmarkaðum størvum. Verður hugt at tí fíggjarliga sjónarhorninum, so er tað streingjandi at vera undir tí trýsti tað er, tá tú ikki veitst, hvussu nógv tú vinnur um eitt ár

Á tidarrit.fo, sum Landsbókasavnið umsitur, ber nú til at lesa Skúlablaðið, frá fyrstu útgávuni, sum var í desember 1930, til seinasta blaðið, sum er lagt út, desember 2014. Ein árgangur verður lagdur afturat hvørt ár

- Ongar formligar forðingar eru fyri, at landsstýriskvinnan í mentamálum í flestu førum kann loysa málið um fastar starvssetanir innan fólkaskúlan við umskipan og broyttum mannagongdum innan egna fyrisiting

Arbeiðið at gera Føroya størsta skúla gongur eftir ætlan. Í løtuni fáast teir við jørð- og lendisarbeiðið. Jørðarbeiðið undir bygninginum er um at verða liðugt, og farið er undir at leggja kloakk

Sjey lærarar hava sent Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, kæru um rektaran á Glasi. Í kæruni stendur millum annað, at rektarin er "diktatoriskur og tilvildarligur", og hevur hetta serliga ávirkan á arbeiðsumhvørvið á Glasi - serliga Hoydølum

- Tey ungu skríggja eftir einum staði at búgva í, og tá ið tíðirnar eru góðar, koma hugskotini

Sunda Kommuna hevur raðfest, at gomlu skúlarnir skulu gerast í stand í ár. Umframt skúlan í Haldórsvík so hava gomlu skúlarnir í Tjørnuvík og við Gjógv eisini fingið nýggjar tekjur

Komandi skúlaár verður farið undir nýtt forskúlalíknandi tilboð í Nólsoy

Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Herálvur Jacobsen, hevur ikki sæð nakra stórvegis broyting í kósini, tá ið talan er um skúlapolitikk, eftir at henda samgongan tók við

Mánakvøldið 3. juli 2017 fingu næmingarnir, sum hava gingið á landbúnaðarskeið á Búnaðarstovuni seinasta árið, prógv.

Á Glasi handaðu tey prógv til 50 dugnalig ung, sum nú eru til reiðar at fara út í samfelagið at virka ella fara undir víðari lesnað

 

Ketty á Fríðriksmørk er fyrsti lesandi, ið hevur lokið prógv eftir masterlærukonseptinum. Hon skrivaði serritgerð um fólk, eldri enn 40 ár, sum hava verið leingi arbeiðsleys og hvussu tað ávirkar tey

Tað sigur Joan Iris Samson, sum fríggjadagin fekk prógv sum námsfrøðingur