Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt av lyftunum hjá sitandi samgongu var, at Musikkskúlin skuldi byggjast beinanvegin. Og kommunan fer nú beinanvegin í samráðingar við Húsavarðartænastuna, sum hevði lægsta tilboð uppá Musikkskúlan

Tá ið klokkan var nakrar minuttir í 9 í morgun, steymaðu næmingarnir á Miðnámi á Kambsdali inn í felagshøllina á skúlanum við tí fyri eyga – ella rættari oyra – at lurta eftir jazztónleiki

- Tað er ikki rætt at leggja upp til, at øll eiga at taka eina miðnámsskúlaútbúgving; í sjálvum sær leggur hetta trýst á nógvar næmingar, ið kanska heldur eiga at fara aðrar vegir, sigur Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri í Skúlanum við Streymin

- Politiska skipanin skal skjótt taka støðu til, um Nám X skal vera ein sjálvstøðugur skúli, sigur Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari hjá Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna hevur fingið ein fyrispurning um byggiloyvi til lestraríbúðir við Marknagilsvegin, tætt við nýggja miðnámsskúlan Glasir

- Tað líkist ongum, at Mentamálaráðið enn einaferð setir kt-vørðarnar til viks, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

EduArctic er ein ES-verkætlan, sum bjóðar skúlum inn í vísindaliga umhvørvið við hugtakandi søgum frá arktiskari gransking í m.a. Føroyum, Svalbard, Íslandi og Noreg

- Í mínum aldri hanga størvini ikki á trøðunum, so eg taki ein dag í senn, sigur Bergleif Brimvík, sum í gjár fekk prógv sum skipsførari frá Vinnuháskúlanum

Tilsamans 36 prógv vórðu handað í dag. Skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar eru nú til reiðar at fara út í vinnuna

Næmingar úr Vágum, sum ganga á tilfeingisbreytini á Fiskivinnuskúlanum, kunnu nú aftur brúka bussarnar hjá Bygdaleiðum til og frá skúla í Vestmanna

19. januar fingu 7 skipsatstøðarar prógv á Sjónámi. Harumframt tóku 5 teirra dugnaskaparprógv í sigling

Heri Danielsen, sum gongur á miðnámi á Kambsdali, ger vart við, at hann, og onnur við, als ikki eru gjørd til okkara skúlaskipan

Lív Egilsdóttir Olsen og Mortan Absalonson Østerø fingu 15.000 krónur í part sum ískoyti til uttanlandsuppihald í sambandi við útbúgving

Danska lógin um forboð ímóti dupultútbúgvingum fevnir ikki um persónar, ið hava tikið hægri útbúgving(ar) aðrastaðni enn í Danmark

- Tað er ógvuliga spennandi upp á tann mátan, at tað verður tann størsti fólkaskúlin í Føroyum í kapping við Skúlan á Skúlatrøð í Klaksvík, sigur Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari hjá Tórshavnar kommunu

Alsamt fleiri lesa á Fróðskaparsetrinum, men bara ein brotpartur kemur út aftur við einum prógvi í hondini, vísur eitt yvirlit hjá Kringvarpinum

Í samband við at nýggju skúlastýrini, sum vórðu vald í november í fjør, nú fara til verka, skipa felagið Heim & Skúli saman við Mentamálaráðnum fyri evnisdegi fyri øll fráfarandi og nývald skúlastýri í landinum

Rektor á norska studentaskúlanum er troyttur av donskum turistum, sum troppa upp í skúlanum í vónini um at hitta leikararnar í kultrøðini SKAM

Nú ber til at skriva barnið inn í 1. flokk, forskúla og frítíðarskúla á netinum

- Dugir næmingurin í 4. flokki ikki tað, sum kann skal duga í apríl fjórða skúlaárið, nái eg sum lærari lítið og einki at gera fyri at bøta um støðuna, sigur Vibeke Michaelsdóttir, lærari

Nýggjársaftan stóð Magni Skaale endaligu verkligu royndirnar í sambandi við útbúgvingina sum vinnukavara. Á myndini sæst Magni eftir seinastu kavingina á Borðoyarvík

Í heyst skipaði Tórshavnar kvøld-, ungdóms- og listaskúli fyri forritanarskeiði fyri børn og ung. Endamálið við skeiðinum var at kveikja áhugan fyri forritan, vísa á møguleikarnar og menna grundleggjandi førleikarnar at forrita

Í gjár skrivaðu Samtakið Articon-Búsetur Í/F og Tórshavnar kommuna undir arbeiðstakarasáttmála um jørðarbeiðið til stóru skúlabyggingina á Fløtum

Hjørdis Maria Henrysdóttir, Katja Frederiksberg og Sunnvør Pattinson Joensen, lesandi á Námsvísindadeildini, hava kannað, hvussu tví- og fleirmælt børn verða integrerað í Føroyum

Í dag fekk Eliesar Jacobsen, stýrimaður á Brimli, prógv sum vinnukavari

Tórshavnar kommuna bjóðar lesandi at sita á Býarbókasavninum nú á jólum. Lestrarhølini lata upp í dag og eru á ovastu hæddini. Hølini liggja væl fyri við sjálva gongugøtuna og verða latin lesandi burturav

Tað er føroyska fólkaskúlanum at frama, at eftirútbúgving verður bjóðað út, men tað má vera eitt krav, at amboðini verða raðfest samstundis

Nú er greitt, hvørji listafólkini eru, ið fáa uppgávuna at listprýða Glasir

Andrias Høgenni, sum aftur í ár vann Geytavirðislønina, hevur gjørt tríggar føroyskar stuttfilmar, sum nú eru tøkir til undirvísing á Snar. Tað eru filmarnir ”Eina”, ”Kom og dansa” og ”Stina Karina”

Nú løgtingsfíggjarlógin er løgd fram í tinginum, má eg tíverri staðfesta, at als einki er sett av til at byrja fyrireikingina til bygging av nýggjum Húsarhaldsskúla

- Vit hava tosað um tørvin á eini ferðavinnuútbúgving, men enn hava vit ikki fylt nakað inn í hana, viðgongur Jákup Andreasen, stjóri á Fiski- og Tilfeingisskúlanum í Vestmanna

Tilfeingisskúlin í Vestmanna skal umsita eina millión krónur sum skal brúkast til at seta eina útbúgving innan ferðavinnu á stovn, ætlar landsstýrið

- er ikki bara ein spurningur um lærarar ella børn, men um at hava eitt eksakt og viðkomandi fakmál - tí ongin kann hugsa longri, enn hann hevur mál til!

Seinasta mánadag luttóku allir 4. flokks næmingarnir á Skúlanum á Fløtum í átakinum #Rita1tíma, sum snýr seg um forritan fyri børn

Í seinasta Skúlablaðnum spyr landsstýriskvinnan í mentamálum undrandi, hvar sparingarnar eru, sum Lærarafelagið tosar um. Tíverri er tað so, at sparingarnar á fólkaskúlaøkinum ikki eru íspunnar av Lærarafelagnum, sigur formaðurin

Um skúlaleiðarin fær tímajáttanina á vári, og arbeitt verður út frá næmingatalinum í innskrivingini, so er komið væl áleiðis, skrivar Jákup av Skarði, næstformaður í Føroya Lærarafelag og fyrstilærari í Nólsoyar skúla

Eg skilti á einum partaeigara, ið hevði verið á aðalfundi hjá Pearsons, ið er fyritøkan aftan fyri PISA, at fyritøkan komandi ár ætlar sær eitt yvirskot á 8 milliardir. Havi varhugan av, at hetta er fremsta orsøkin til, hví tey vilja hava m.a. føroysku tjóðina við

Hour of Code er eitt altjóða átak, sum hevur til endamáls at fáa forritan út til næmingar. Fleiri enn 100 milliónir næmingar um allan heim hava longu roynt Hour of Code - ella "Ein tíma um kotu"

Á Fólkaháskúlanum hvørt hálvár eru skapan og list í hásæti ígjøgnum hendurnar á teimum næmingum, sum hava meldað seg til hesi autentisku skeið, sum skúlin bjóðar bæði føroyingum og okkara grannum

Danny & the Veetos spæla fyri næmingunum á Skúlatrøð

Í morgun varð frágreiðingin um føroysku PISA kanningina í 2015 løgd fram og handað landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam

- Mánadagin 6. februar í 2017 verður Útvarpið trýss ár. Sum sæst á myndini, verður undir spyrjandi yvirskriftini Á føroyskum ella donskum í skúlabókini Fjølmiðlar tikið úr skránni henda dag í 1957

Í morgun beyð Fólkaheilsuráðið til stórt hátíðarhald í Badmintonhøllini í Klaksvík, har allir næmingarnir í skúlanum vórðu boðnir við at heiðra 5. a á Skúlatrøð í Klaksvík, sum vann skúlanum heiðurin

Mentamálaráðið bjóðar í tíðindaskrivi til framløgu av úrslitunum frá PISA 2015 kanningini. Altjóða OECD verkætlanin PISA kannar við trý ára millumbilum førleikar hjá 15-16 ára gomlum næmingum

Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur í leiðslu á barna-, ungdóms- og serstovnaøkinum, hevur júst lagt síðstu hond á eina granskingarverkætlan, nevnd Námsfrøðilig leiðsla í føroyskum fólkaskúlum (NLFF)

Visti tú, at vit í Norðurlondum tveita 70.000 tons av plasti burtur á hvørjum ári? Plast í náttúruni er ein stór avbjóðing fyri umhvørvið

Meiningarnar eru nógvar um nýggja bygningin Glasir, sum nú er reistur upp úr landslagnum, sum ein "súrhoyggjabrunnur", "dinosaurur", "akvarium", og sum kanska seinni verður ein "moska"

Líkist Glasir meira og meira einum oljutanga, einum smiðjubjølgi ella er hetta ein vøkur býarmynd í háarkitekturi? Hvat heldur tú

Lisitatión var í dag á ráðhúsinum um byggingina av nýggjum musikkskúla. Sjey fyritøkur vórðu bodnar at bjóða, og inn komu fimm tilboð

Tað segði Bogi Hammer, Føroya sterkasti maður í 2013, nú fríggjadagin 18. november, um tær stóru, fittu bamsurnar, sum vóru í Skúlanum við Løgmannabreyt eftir tilmæli frá Boga og stigi hjá Høgna Joensen, skúlastjóra