Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í august í ár bleiv frítíðarskúlin í Hoyvík 10 ár, og nú eru øll boðin í føðingardag 23. september frá kl. 15.00-17.00

Í sambandi við byggingina av nýggjum skúla hevur spurningurin um forskúla verið umrøddur, men Klaksvíkar kommuna hevur ikki ítøkiligar ætlanir um at fara undir ein forskúla enn

- Eg hevði viljað, at eg hevði roynt hetta fyrr, so eg kanska hevði ynskt, at eg slapp at vera her úti í fleiri ár, sigur Beinta Hjelm, sum er lærarinna í Stóru Dímun

Í døgunum 5. til 9. september 2016 hava Hósvíkar skúli, Hvalvíkar skúli og Skúlin við Streymin havt evnisviku um stórhval, hvalaveiði og um hvalastøðina við Áir, og tað serliga er, at tey hava samstarvað við Søvn Landsins um hetta evni

40 listafólk hava sent inn uppskot um listprýðing av nýggja skúladeplinum, Glasir

Nýggi lærarin í Stóru Dímum, Beinta Hjelm, hevur bara verið lærari í oynni síðan hetta skúlaárið byrjaði, men longu nú sigur hon seg stórtrívast við sínum báðum næmingum í pinkuskúlanum

Eitt nýtt danskt firma hevur eitt boð uppá at skaffa teimum lesandi tak yvir høvdið: Gamlir konteynarar kunnu gerast til ein bíligan, fyribils bústað

Í Skúlanum við Streymin hava lærararnir, Mirjam Zachariasen og June Eyð Joensen, eitt boð upp á, hvussu farast kann fram, so fjarstøðan millum skúla og barnagarð gerst so ørstutt sum til ber

- sum ger tað, at vit egentliga undirmeta, hvat samlaði raksturin kostar, tí verða vit ikki varug við problemið - tað verður ov seint, tá ið vit verða varug við tað, kann man siga, sigur stjórin á Fróðskaparsetrinum við Útvarpið

- Hvar Mentamálaráðið hevur fingið hugskotið til at lækka talið av innlatingum í framhaldsdeildini er mær ein gáta, sigur Jacob Eli S. Olsen, lærari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag

- At helvtin av nýútbúnu lærarunum hava fingið starv, væl at merkja tíðaravmarkað starv, er á ongan hátt nøktandi. Eftir fýra ára lestur standa lærararnir eftir við ótryggum ella slett ongum starvi

Mánadagin var fyrsta roynd gjørd við bridge á tímatalvuni. Roynt verður við bridge, sum valgrein hjá einum sætta flokki. Í fyrsta lagi verður undirvíst eina ferð um vikuna í tríggjar mánaðir. 15 næmingar vóru við til fyrstu tveir tímarnar

Ungdómsdeildin hjá Eik og Fróðskaparsetur Føroya hava undirskrivað tvey ára samstarvsavtalu

Fyrsti skúladagurin hjá seks ára gomlu Tove, sum hevur verið sín fyrsta skúladag í Stokkhólmi, flýgur runt um heimin og fleiri milliónir hava sæð upptøkuna

Foreldraskúli er eitt hugtak, sum hevur gjørt um seg í grannalondum okkara. Endamálið við Foreldraskúlanum er at bøta um trivnaðin hjá børnunum

Skúlastjórin í Hoyvíkar Skúla heldur, at kjakið um fólkaskúlan er so køvandi negativt: tvørrandi játtan, strongd, niðurpíning

Fríggjadagin tann 9. september kl. 13 fer Karin Jóhanna Leitisstein Knudsen at verja ph.d.-ritgerðina um konur, ið mugu flyta av landinum fyri at fáa umstøður at klára seg sjálvar

Veðurlæra, seyming fyri kvinnur í barnsburðarfarloyvi, matgerð fyri rættar menn, íslendskt, íverksetan

Hesum og øðrum týðandi viðurskiftum hevur Búskaparráðið ikki lagt upp fyri í framrokning síni av tørvinum á útbúnum lærarum komandi 10 árini, vísir Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags á, skrivar Skúlablaðið

Um vikuskiftið var arbeitt við at gera seinastu upptøkurnar við ljóð- og filmsbrotum til fyrsta part av Faroese Online, kallaður Bjargni

Fara 300 lærarar frá fyri aldur fram til 2024, verður tørvur á øðrum 300 at seta í teirra stað, tað vil siga á leið 30 um árið, metir Búskaparráðið

Kvinnur í barnførum aldri hava útsett – og sostatt hækkað – aldurin hjá sær at eiga børn. Jú, fólkatalið í landinum veksur, men skúlabarnatalið minkar. Politikarar eru bjartskygdir. Vit eru skjótt 50.000 ... men skúlabørnini eru alsamt færri í tali. Hví?

Í ár hava tvey skeið í føroyskum verið á Føroyamálsdeildini, eitt fyri norðurlendingar og eitt altjóðaskeið. Studentarnir koma úr ymiskum londum sum USA, Kina, Týsklandi, Skotlandi, Danmark, Sveis o.ø.

- Vit hjálpa børnunum at finna ein samanhang í tí, tey uppliva, soleiðis at tey ikki gerast so ørkymlað av øllum broytingunum. Tað er gott hjá børnunum at tosa við onkran, sum ikki er partur av tvístøðuni heima, sigur Durita Jakobsen, barnabólkaleiðari

Ein stór fest hjá donskum studentaskúla næmingum fekk lívshóttandi avleiðingar fyri fleiri av teimum ungu, herímillum eisini 16 ára gamla Magnus, sum var lagdur í respirator

- Tóat vit brúka stigar sum brandtrappu nú, so er trygdin so góð sum ongantíð fyrr, tí vit hava umframt ein brandbil og brandvakt eisini við skúlan, sigur formaðurin í Trivnaðarnevndini í Klaksvíkar kommunu, Jóhann Lützen

Gert tú skjótt av, so kanst tú fáa eitt av hesum lestrarplássum. Seinasta freist at søkja er dagurin, tá ið undirvísingin á einstøku útbúgvingunum byrjar

- Tað átti at verið kannað, hvussu nógv okkara børn og ung lesa, sigur Lis í Jákupsstovu, forkvinna í Skúlabókasavnsfelagnum

Sum VP skilur so eru hetta neyðútgongdirnar í skúlanum á Ziskatrøð, nú skúlin byrjar aftur í morgin. Sum myndin vísur, so er talan um træstigar, úr tilsamans fimm stovum, ein stigi við hvørja

Teir eru farnir at bróta niður ein part av gamla skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, sum er ein partur av stóru skúlaútbyggingini í Klaksvík. Útbyggingin er mett til einar 107 milliónir krónur

Hetta er ein partur av stóru útbyggingini av skúlanum í Klaksvík, sum nú eitur á Skúlatrøð. Skúlaútbyggingin í Klaksvík kostar um 107 milliónir krónur

- Lærarafelagið hevur ein grundaðan mistanka um, at Mentamálaráðið ikki spælir við opnum kortum, tá tímatillutanin til skúlarnar fer fram

Í summarfrítíðini eru ymiskar umvælingar gjørdar, millum annað er takið á einum parti av skúlanum skift, eins og umvælingar eru gjørdar í brúsurúmunum

 

Týskvøldið 9. august skipaði Ó fyri tiltakinum "Hjálp, eg skal uttanlands at lesa", har dentur varð lagdur á hjálp og vegleiðing til tey, ið skulu uttanlands at lesa. Út við 140 ungdómar leitaðu sær í nýggja BankNordik bygningin

Í ár er tað Skúlin á Fløtum, sum tekur ímóti teimum flestu næmingunum, sum fara í skúla fyrstu ferð, 64 næmingar, 31 gentur og 33 dreingir

- Málið við 10. flokki er at gera tey ungu til reiðar til víðari útbúgving. Tíverri vísir kanningin, at nógv ung í teimum kommunalu 10. flokkunum ikki fáa nóg nógv burtur úr skúlaárinum

15 børn og ung úr Kina millum 10 og 15 ár hava seinastu fýra dagarnar vitjað í Føroyum. Tey hava frammanundan verið í Danmark og í Noregi. Í Føroyum hava tey verið gestir hjá SSB-skótunum og tey hava eisini búð í Skótahúsinum

- Tað er mær ein gáta, at Mentamálaráðið leggur so lítið í at skipa felags skúlaleiðarafundir, sigur Jákup av Skarði, næstformaður í Føroya Lærarafelag

So er aftur tíð til árliga tiltakið har ung, ið fara uttanlands at lesa kunnu fáa góð ráð um viðkomandi viðurskifti sum stinga seg upp, tá ið ein flytur uttanlands

66.439 fáa í dag boð um, at tey eftir summarfrítíðina kunnu fara undir sín dreymalesnað. Her fæst at vita, hvat krevst

Fyri at halda skúlan í góðum standi er kommunan farin undir eina umvælingarætlan, sum í fyrstu atløgu snýr seg um at leggja nýggja tekju á skúlan. 1 millión krónur vóru settar av á fíggjarætlanini 2016

- Tað er ikki óvanligt at hoyra um strongd á arbeiðsplássum, og lærarayrkið er onki undantak í so máta. Men eg má siga, at eg ikki fyrr havi upplivað so nógvar ”frustrasjónir” millum lærarar sum beint nú, skrivar Andrea á Rípuni, skrivari Føroya Lærarafelags

Fyri nøkrum árum síðani gjørdi eg vart við, at munur verður gjørdur á kynunum, tá eftirlønin verður útgoldin. Mær vitandi er eingin broyting hend, hóast hesin útrokningarháttur virkar sera ótíðarhóskandi

Tað er nú Mentamálaráðið eigur at spenna bogan og seta mál fyri fólkaskúlan! Ein sera týdningarmikil partur at røkka málinum er at bjóða leiðarum master innan leiðslu.

- Vit útbúgva alt ov nógvar lærarar, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, nú fleiri nýútbúnir lærarar hava søkt størv, sum teir ikki hava fingið

- Altjóða kapping skuldi verið uppløgd í eini so stórari og altjóða hugsaðari verkætlan sum Glasir, har vit fara at útbúgva fleiri túsund ungar føroyingar til kritiskar samfelagsborgarar

– Vit vísa á virði, vit halda vera týðandi fyri menniskjað í samfelagnum. Torført er at siga, um hetta eydnast; tað verður altíð upp til tann einstaka, sigur Jastrid Høj, skúlaleiðari

Landsstýriskvinnan sigur, at ætlanin er at hækka játtanina til lestrarstuðul við áleið 6 mió. kr. árliga komandi trý árini

Ein stórur dagur í føroyskari byggisøgu fór fram í gjár, tá reisigildi varð hildið á Glasir við Marknagil, sum er Føroya størsta byggiverkætlan nakrantíð

Talið av umsóknum er 563, ið er 184 fleiri enn í fjør. Nýggjar útbúgvingar eru ein partur av orsøkini