Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tey vóru spent í morgun, børnini á Dagstovninum við Løgmannabreyt, tá ið tey fóru í reyða bussin í Hoyvík. Tjúgu minuttir seinni vóru tey inni í Ráðhúsinum á Vaglinum, har tey skuldu hitta borgarstjóran, Heðin Mortensen

Tórshavnar kommuna hevur nú bjóðað byggingina av nýggjum Musikkskúla út

Tá ið skúlaárið byrjar aftur, fara 80-90 næmingar at ganga í eNámi, sum er nýggja tilboðið til 10. floks næmingar í Sundalagnum, Fuglafirði og Strondum

Fiskitúrurin “Á flot við Westward Ho” er fastur táttur hjá 6. flokkunum í Tórshavnar kommunu. Túrarnir eru í september, men í ár hevur viðrað sera illa, so seinasti túrurin var ikki fyrrenn fríggjadagin fyri heystfrítíðina, tann 7. oktober

Myrka tíðin er nú komin, og stundir eru at finna fram endurskinini. Á hvørjum heysti lata Tryggingarfelagið Føroyar og Ráðið fyri Ferðslutrygd øllum børnum, sum eru byrjað í skúla, ein endurskinsvest

Fyri góðum 15 árum síðan stovnaðu foreldur, sum áttu lesi- og skriviveik børn, Felagið fyri lesi- og skriviveik. Tað varð gjørt, tí hesi foreldur og børn teirra fingu onga hjálp frá systeminum

Fuglafjarðar kommuna hevur á býráðsfundi í dag, einmælt samtykt at taka undir við dispositiónsuppskotinum frá Map arkitektum um bygging av nýggjum barnaskúla undir heitinum - Meir enn ein skúli

Fakliga vitanin í almennu fyrisitingini í Føroyum kann eisini brúkast til at gera skúlabøkur. Tað varð niðurstøðan eftir ein kunnandi fund í gjár millum Umhvørvisstovuna og NÁM

- Játtanin til fólkaskúlan verður ikki økt í nóg stóran mun. Ein grundgeving er, at næmingatalið er minkað so nógv, men tað passar ikki, tí næmingatalið hevur higartil stórtsæð staðið í stað, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

Í nýggjari kanning hjá granskarum í Íslandi og Føroyum verður hugt at vavinum og hugburðinum til heimaarbeiði millum 14-15 ára gamlar næmingar

Í sambandi við verkætlan á miðnámi í Kambsdali, verður tosað við tríggjar persónar sum siga sína hugsan um vaksandi ferðavinnuna

72 flokkar tólku lut í kappingini, harav 52 av teimum luku treytirnar at vera roykfríur skúli. Vinningurin var ein konsert við Danny & the Veetos

- Allir lærarar eru samdir um, at ov høgt næmingatal í flokkinum er ein forðing fyri fjølbroyttari undirvísing

- Tað, sum er gott, er ikki ringt, sigur Gyðja Hjalmarsdóttir, orðblindalærari, í sambandi við, at í dag verður hvør tann einasti næmingur í 3. flokki í øllum landinum kannaður fyri orðblindni. Og tað er gott!

Í morgin, hósdagin 6. oktober kl 19:30, skipar Nám fyri byrjanarkvøldi í sambandi við lýstu kappingina um Besta skúlabókahandrit

Tórshavnar kommuna hevur nú av nýggjum bjóðað út bygging av nýggjum skúlabygningi til Skúlan á Fløtum

- Tað er okkara vón, at serliga ungfólk fáa hug at fáa meira at vita um Setrið sum ein virknan, fjølbroyttan og livandi lærustovn á høgum støði, sigur rektarin

Jónas Vestergaard og Ingi S. Michelsen hava lokið sveinaroynd sum kleinsmiðir við sera góðum úrsliti

8. november verður val til øll skúlastýri í Føroyum

- Skúlar eiga at gera leiðreglur fyri teldunýtslu í tímunum, heldur útbúgvingargranskari

Tann 20 ára gamla russiska Ariana selur sín moydóm til hægstbjóðandi, so hon fær pengar til lestur í útlandinum

Tað er Peter Morell, menningarleiðari hjá Flogbóltssambandinum, sum samskipar kappingina. Seinni í ár verða líknandi kappingar fyriskipaðar aðra staðir í landinum

Fríggjadagin 23. september fór eitt ferðalag úr Føroyum. Í ferðalagnum var ein lærari úr Eysturskúlanum og fýra næmingar. Tveir næmingar úr Sandoyar Meginskúla og tveir næmingar úr NámX í Eysturskúlanum

- Hjásitin skal tryggja, at barnið skilur tað, sum fer fram, og at skipanin, rætturin ella myndugleikarnir, skilja barnið, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, við Skúlablaðið

Í nýggjasta Miðnámi skrivar Tórður Johannesarson m.a. um, at meiri enn 50% av føroyskum skrivligum próvtøkuuppgávum á miðnámi verða sendar av landinum at verða dømdar. Hann hevur boð upp á, hvussu vit kunnu bøta um hetta

- Tá ið børn eru um 6 ára aldur, eru tey klár at læra, og tey flestu ynskja annað enn eitt barnagarðstilboð, sigur Ólavur Thomsen, skúlastjóri í Fuglafirði

Í fríløtum sita næmignar mangan og telva, og stundum gloyma teir bæði tíð og stað. Í morgun hevur skúlastjórin telvað simultan ímóti 20 næmingum í 8.F, fótbóltsflokkinum, sum hann annars hevur í føroyskum

 

Komandi vikuna fer Vísindavøka á ferð at seta sín dám á gerandisdagin á Miðnámi á Kambsdali. Týs-, miku- og hósmorgunin klokkan 10 verða almennir fyrilestrar á skúlanum

Í august í ár bleiv frítíðarskúlin í Hoyvík 10 ár, og í hesum sambandi halda tey føðingardag í dag tann 23. september frá kl. 15 -17

Kvøldskúlin er væl umtóktur. Ongantíð áður hava so nógv teknað seg til skeiðini, sum skúlin bjóðar út í vetur. Tá ið freistin at tekna seg til skeið var úti fyrr í september, hevði skúlin fingið 3261 tilmeldingar

Verandi leiðsla á teimum trimum eindunum í Hoydølum, í Marknagili og í Smiðjugerði er væl umboðað í ovastu leiðsluni í nýggja bygnaðinum á Glasi

Hóast ein arbeiðsbólkur umboðandi allar skúlar í Tórshavnar kommunu fyri 5 árum síðan mælti til at seta forskúla á stovn í øllum skúlum í kommununi, er lítil áhugi millum mongu skúlarnar fyri forskúla

Fyrilesturin er serstakliga um, at foreldur eru fyrimyndir hjá børnunum og um ta ábyrgd, sum foreldraleikluturin hevur við sær, t.d. um samstarv, menning av felagsskapum og um at seta børnum krøv

Tveir granskarar á Tekniska Náttúruvísindaliga universitetinum í Tróndheimi í Noregi hava kannað, hvat er betri: at skriva upprit við hond ella inn á teldu. Niðurstøðan er greið: næmingar eiga at brúka penn og ikki knappaborð

- Hvussu verður ein app gjørd? Og hvussu verður eitt spæl bygt upp?

Skeiðið í politiskum samskifti er liður í royndunum at menna eina MA-útbúgving í samskifti á Fróðskaparsetrinum

Í august í ár bleiv frítíðarskúlin í Hoyvík 10 ár, og nú eru øll boðin í føðingardag 23. september frá kl. 15.00-17.00

Í sambandi við byggingina av nýggjum skúla hevur spurningurin um forskúla verið umrøddur, men Klaksvíkar kommuna hevur ikki ítøkiligar ætlanir um at fara undir ein forskúla enn

- Eg hevði viljað, at eg hevði roynt hetta fyrr, so eg kanska hevði ynskt, at eg slapp at vera her úti í fleiri ár, sigur Beinta Hjelm, sum er lærarinna í Stóru Dímun

Í døgunum 5. til 9. september 2016 hava Hósvíkar skúli, Hvalvíkar skúli og Skúlin við Streymin havt evnisviku um stórhval, hvalaveiði og um hvalastøðina við Áir, og tað serliga er, at tey hava samstarvað við Søvn Landsins um hetta evni

40 listafólk hava sent inn uppskot um listprýðing av nýggja skúladeplinum, Glasir

Nýggi lærarin í Stóru Dímum, Beinta Hjelm, hevur bara verið lærari í oynni síðan hetta skúlaárið byrjaði, men longu nú sigur hon seg stórtrívast við sínum báðum næmingum í pinkuskúlanum

Eitt nýtt danskt firma hevur eitt boð uppá at skaffa teimum lesandi tak yvir høvdið: Gamlir konteynarar kunnu gerast til ein bíligan, fyribils bústað

Í Skúlanum við Streymin hava lærararnir, Mirjam Zachariasen og June Eyð Joensen, eitt boð upp á, hvussu farast kann fram, so fjarstøðan millum skúla og barnagarð gerst so ørstutt sum til ber

- sum ger tað, at vit egentliga undirmeta, hvat samlaði raksturin kostar, tí verða vit ikki varug við problemið - tað verður ov seint, tá ið vit verða varug við tað, kann man siga, sigur stjórin á Fróðskaparsetrinum við Útvarpið

- Hvar Mentamálaráðið hevur fingið hugskotið til at lækka talið av innlatingum í framhaldsdeildini er mær ein gáta, sigur Jacob Eli S. Olsen, lærari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag

- At helvtin av nýútbúnu lærarunum hava fingið starv, væl at merkja tíðaravmarkað starv, er á ongan hátt nøktandi. Eftir fýra ára lestur standa lærararnir eftir við ótryggum ella slett ongum starvi

Mánadagin var fyrsta roynd gjørd við bridge á tímatalvuni. Roynt verður við bridge, sum valgrein hjá einum sætta flokki. Í fyrsta lagi verður undirvíst eina ferð um vikuna í tríggjar mánaðir. 15 næmingar vóru við til fyrstu tveir tímarnar

Ungdómsdeildin hjá Eik og Fróðskaparsetur Føroya hava undirskrivað tvey ára samstarvsavtalu

Fyrsti skúladagurin hjá seks ára gomlu Tove, sum hevur verið sín fyrsta skúladag í Stokkhólmi, flýgur runt um heimin og fleiri milliónir hava sæð upptøkuna