Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Verkætlanin er nú komin so mikið áleiðis, at klárt er at fara undir jørðarbeiðið. Fyrsti parturin umfatar avgrevstur, sum skal geva betri yvirlit av víðari arbeiði við spronging, grovplanering o.s.fr.

- Vit hava lagt endaligu skránna fyri leygardagin, og kunna avdúka somikið, uttan at avdúka alt, at fólkið aftanfyri Atlantic Helicopters hjá Atlantsflog gleðir seg til dagin, sum tey verða partur av

Ein av heilt stóru norðurlendsku portalunum við undirvísingartilfari til skúlanæmingar er nú tøkur á føroyskum

Føroyskir LGBTarar kundu neyvan ímyndað sær betri ”brúðargávur” enn nýggju temasíðuna hjá Námi, ”Samkynd giftast” og nýggju lærubókina “Kroppur, kenslur og kynslív”, sum Bókadeild Føroya Lærarafelag hevur givið út

- Tað hevði komið miðbýnum væl við, at nakrir hálvvaksnir næmingar aftur komu í umhvørvið, sum hevur verið fult av børnum í mannaminnir, men nú er so at siga tømt fyri børn

- Hóast nýggj samgonga hevur tikið við, og politikarar bæði úr samgongu og andstøðu søgdu seg vilja raðfesta fólkaskúlan hægri, so er einki at hóma til henda viljan í játtanini til fólkaskúlan, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

Nám hevur gjørt temasíðu á undirvísingarportalinum Snar um tær broytingar, sum eru samtyktar at gera í hjúnabandslógini

Guðrið Krúnufjall lesur West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management. Hesa lestrarhálvuna er hon í Nuuk, har hon stórtrívist

Pallborðsfundur um framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla verður 17. mai kl 19

Spurningurin um forskúla í Vági er nakað, sum skúlastjórin, John Henrik Holm og leiðslan í barnagarðinum royna at avgreiða, og tað verður rættiliga skjótt sum skilst

- Eiðis skúli og Skúlin við Streymin hava leingi strongt á at fingið ein serflokk, so vit vóna inniliga, at vit verða millum tey økini, sum standa fyrst fyri tørni, sigur Tom Joensen, fyrstilærari í Eiðis skúla

Á hvørjum ári heldur ein rímiliga stórur partur av næmingunum fram í 10. flokki; tilsamans fara 482 næmingar at ganga í 10. flokki komandi ár; tað er 63 prosent av árganginum

- Eftir nakrar hendingar fyri 2 árum síðan, tá gamla skipanin Dokeos fór í svart, eru vit nú á rættari leið. So at siga eingir trupulleikar eru við skipanin, ið vit hava sett í verk í staðin, sigur Regin Marnersson, stjóri í Námi og á Próvstovuni

Nevndarval var á skránni á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag, sum var í farna mánaði, men av tí at eingi stillaðu upp ímóti teimum báðum, sum stóðu fyri vali, er nevndin óbroytt

- Tey vaksnu rundan um børnini eru ógvuliga týdningarmikil; er tað soleiðis, at lærarar, og kanska foreldur við, halda, at næmingurin ikki hoyrir heima í fólkaskúlanum, so kennir næmingurin hetta á sær, sigur Erla Højsted, sálarfrøðingur

Ein undirveitari hjá donsku arkitektafyritøkuni BIG, sum hevur teknað og er heildarráðgevi í sambandi við Skúladepilin við Marknagil, er farin av knóranum

Í kvøld verður stóra og spennandi ætlanin við Kommunuskúlanum løgd fram fyri almenninginum. Borgarafundur verður í kommunuskúlaaulini kl 20

Á myndini sæst, at meðan flestu árgangir, í skúlaaldri, liggja oman fyri 700 børn, so liggja allir árgangirnir, undir skúlaaldur, niðan fyri 700 børn

Í morgun bjóðaði Viðareiðis kommuna borgarunum til góðan morgunmat ísamband við, at búmerkið fyri Viðareiðis skúla varð avdúkað

Í dag varð úrslitið av kappingini í innovasjón hjá næmingum í Eysturskúlanum avdúkað

Tað hepnaðist ikki at finna leigubát ella at finna aðra skipan fyri at fáa ein bát til undirvísingina hjá Nám X. Tí hava trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin mælt býráðnum til at játta Eysturskúlanum 200 túsund til keyp av glastrevjabáti.

Ein mamma í Georgia gjørdist vitni til at skúlastjórin á lokala barnaskúlanum revsaði son hennara. Tað er loyvt í fleiri statum í USA

Henda vikan á Havstovuni hevur verið merkt av næmingavitjan. Umleið 90 næmingar úr miðdeildini hjá Eysturskúlanum hava vitjað

51 prosent av børnunum í 5. flokki í teimum føroysku skúlunum duga ikki at svimja. Tey hava ikki førleikan til at bjarga sær sjálvum, um tey til dømis detta á sjógv

Í februar søkti Skála skúli Mentamálaráðið um at sleppa undir royndarverkætlan við einum dreingjaflokki

Í dag, leydardagin 9. apríl, stóðu 10 nýggir bjargingarkavarar endaligu royndina á føroyska vinnukavaraskúlanum

- Tað er aldursdiskriminasjón at nokta fólki at arbeiða eftir at tey hava rokkið pensjónsaldur

Kynsbýtið í fólkaskúlanum er nú so, at 64% av lærarunum eru kvinnur og 36% eru menn. Tølini aftan fyri myndina eru ársverk

- Eg hugsi mær, at samstarv millum dagstovn og skúla – í einum “forskúlatilboði” – kann vera vinningur fyri børnini og stovnarnar. Í slíkum tilboði kann barnið menna seg, samstundis sum námsfrøðingar og lærarar draga somu línu

Hvørki John Berg ella Rannveig Hovgaard meta, at hvalbiarbørn duga betur føroyskt enn onnur børn í landinum. - Men jeg haldi, at hjá nógvum av teimum er ein áhugi fyri føroyskum – tað merki eg, sigur Rannveig

Ó hevur í dag gjørt samstarvsavtalu við BankNordik, ið hevur við sær, at BankNordik verður ein týdningarmikil og meiri sjónligur viðspælari í arbeiðinum at menna føroyska lestrarumhvørvið

Í dag eru tvey ár síðani Tórshavnar kommuna lat upp Nýskapanarhúsið Hugskotið. Og seinastu tvey árini hava støðugt fleiri íverksetarar leitað inn í húsini í Niels Winthers gøtu at fáa ráðgeving og nógv eisini innivist

Skeiðið Dugnaskaparroynd í sigling á Kvøldskúlanum endar við próvtøku. Prógvið gevur rætt at føra skip upp til 24 metrar longd út á 200 fjórðingar

Ein broyting verður, at lærarar skulu hava tríggjar linjulærugreinir, og at allir lærarar fara at hava føroyskt og støddfrøði sum grundlærugreinir

Ein 71 ára gomul lærarinna er meldað til løgregluna, eftir at vakmyndir hava víst hana geva einum fýra ára gomlum næmingi eitt harðligt knæ í ryggin

Stórur partur av lærarunum í fólkaskúlanum eru konufólk; ein amerikonsk kanning bendir á, at hugburðurin hjá kvinnuligum lærarum ávirkar serliga gentur og í minni mun dreingir

Skopunar kommuna miðar ímóti, at børnini flyta inn í nýggju skúlastovurnar eftir summarfrítíðina

- Eg havi altíð havt áhuga fyri náttúruni, tí søki eg havlívfrøði sum fyrstu raðfesting, hóast eg veit, at tað verður stór avbjóðing at lesa á enskum

Í vikuni var fundur fyri nevndirnar í undirfeløgunum hjá Føroya Lærarafelag. 11 nevndarlimir møttu, og teir umboðaðu øll undirfeløgini

- Tórshavnar Kvøldskúli er framvegis Føroya størsti skúli. Og í ár fegnast vit um, at hann er vorðin enn størri

Seinasta mánaðin hava Hósvíkar, Hvalvíkar og Norðskála-Oyrar skúli luttikið í eini filmsverkætlan hjá Listaleypinum. Tað er listakvinnan Floortje Zonneveld úr Hollandi, sum hevur undirvíst børnunum

25. mars er føðingardagur V.U. Hammershaimbs. Tá hevur móðurmálsdagurin verið hildin. Í ár er hesin dagur Langi fríggjadagur

Í hesum stuttfilmi sæst Maria Heradóttir, ritstjóri, greiða frá, hvussu málhjólið kann brúkast at læra okkum alt um týska mállæru

Fuglfirðingar hava sett eina bygginevnd at gera eina tørvslýsing í sambandi við at byggja nýggjan skúla. Kortini er eingin staðseting ella nøkur tekning komin á borðið enn

Í dag fríggjadagin 11. mars 2016, fingu níggju maskinistar handað prógv á Vinnuháskúlanum

- Hvørjar førleikar Jógvan Philbrow hevur at meta um tignina hjá lærarum samanborið við tignina hjá námsfrøðingum, seta vit stórt spurnarteknin við, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

- Skuldi tað verið, at Løgtingsins Umboðsmaður kemur til ta niðurstøðu, at samanleggingin ikki er farin rætt fram, og MMR og kommunan broyta fortreytirnar hjá mær at virka undir, so má eg fyrihalda meg til tær treytirnar, sigur Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri

Seinnapartin í gjár skrivaðu Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið undir nýggja semju. Sambært semjuni hækka lønirnar

Fríggjadagin var hátíðarhald á Tekniska Skúla í Klaksvík í sambandi við, at sjey timburmenn vóru lidnir við sveinaroyndina

Ein bólkur úr Skúlanum á Fløtum við eini verkætlan um at reinsa havbotnin við trælsrass, vann ársins íverksetarakappingin millum fólkaskúlanæmingar