Skúlablaðið: Hóast hóptilflyting hevur verið síðstu árini, er eingin umsókn frá nakrari kommunu at seta á stovn móttøkuflokk. Á triðja ári er eingin móttøkuflokkur í størstu kommununi í landinum.
- Vit ætlaðu at brúka eini ávís høli til móttøkuflokkin, men av tí at frítíðarskúlin eisini vantar høli, hevur Tórshavnar kommun tikið avgerð um, at frítíðarskúlin skal hava hølini, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri.
Umleið helmingurin av næmingunum, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál í Suðurstreymoy, eru í Skúlanum á Fløtum, ella á leið 80 næmingar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



