Beint aftaná Kríggið vóru tvær dynamiskar fyritøkur, sum settu markantan dám á morgunborðið í teimum flestu føroysku húsum. Tað vóru OTA SOL havragrýn og MOLLY-blikka- mjólk. Báðar vørurnar vóru framleiddar í Nakskov, sum tá var ein rættiliga kendur ídnaðarbýur. Molly mjólkin var konserverað og kundi halda leingi. Hon bjargaði mongum føroyskum húsarhaldi, tí tá var øgiliga stórt mjólkatrot, serliga í Havn og í stórbygdum.
Tey, sum høvdu kúgv kundu slett ikki forsýna øll húsarhald. Molly, sum var eksporterað til alt Europa, gjørdist skjótt álitið nógvastaðni, og hon varð nógv meira kend í Føroyum enn í Danmark, har tað jú ikki var nakað mjólkatrot. MOLLY dósamjólk bleiv framleidd á "Kondensfyritøkuni" í Nakskov frá 1906 til 1974. Hon fekk iverksetarahjálp frá sjálvum H. N. Andersen, sum var stjóri á ØK.
Hann var jú barnvaksin í Nakskov. OTA fabrikkin var stovnað i Maribo og æt fyrst AVENA, men flytti til Nakskov í 1913. Havrakornið á tí fruktagóða Lollandi gjørdist skjótt vanlig og sera hent vøra til nógv morgunborð í Norðanlondum, eisini í Føroyum. Tað var serliga áðrenn Kríggið, at fyritøkan reklameraði heilt nógv fyri børnum, so tey skuldu venja seg við, at havragreytur skuldi vera á flestøllum morgunborðum.
Í OTA-pakkum lógu myndir og seðlar, man kundi samla, inntil man hevði eitt fult album. Børnini fingu eina spennandi bók, hvis tey sendu inn til OTA. So seint sum í 1960unum vóru bæði OTA og MOLLY fastir gestir á mongum morgunborði í Føroyum. So tann beskedni útjaðarabýurin Nakskov hevur havt alstóran týdning fyri føroyskan gerandisdag, serliga í Havn.
OTA fabrikkin anir enn niðri við havnarlagið í Nakskov, men havrin hevur tíverri fingið harða kapping frá meis-korni, og tað er sum oftast importerað vøra.
Virgar T. Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



