Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hermann R. Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum
Evni: Sjónám
Spurningar:
1. Hví er ikki lýst eftir nýggjum leiðara til Sjónám?
2. Er ætlanin at seta nýggjan leiðara á Sjónámi?
3. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi framtíðar virksemi og leikluti hjá Sjónámi?
Viðmerkingar:
Sjónám er ein landsstovnur, sum veitir maritimar útbúgvingar, á sama hátt sum Sjóvinnuháskúlin.
Stovnurin hevur djúpar røtur í Klaksvík, og Fischer Heinesen, sum mong munnu kenna, setti skúlan á stovn í 1947. Í fleiri ár varð skúlin rikin privat, til tað almenna yvirtók raksturin av skúlanum í 1974.
Verður spolað fram til dagin í dag, hevur leiðarin á Sjónámi lagt frá sær fyri kortum, og fyribilsleiðari er síðani settur. Tað hevur vakt undran, at eingin almenn lýsing hevur verið eftir nýggjum leiðara til stovnin.
Haraftrat hevur undirritaði hoyrt, at møguliga koma onkrar broytingar í teimum útbúgvingum, sum stovnurin bjóðar. Hetta setur spurningar um, hvørt ætlanir eru um broytingar í virksemi, bygnaði ella leikluti hjá stovninum í framtíðini.
Tískil verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 29. mai 2026,
Hermann R. Samuelsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



