Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna 
Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum 
Evni: Sernám og dagstovnaøkið

Spurningar:   
1. Hvørja ávirkan fer samanleggingin av Sernámi og Undirvísingarstýrinum at hava á dagstovnaøkið?

2. Hvussu verður tryggjað, at dagstovnar fáa skjóta, dygdargóða og atkomiliga sernámsfrøðiliga ráðgeving?

3. Hvussu verður dagstovnaøkið formliga umboðað í nýggju bygnaðarligu skipanini?

4. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at styrkja fyribyrgjandi og inkluderandi arbeiðið í dagstovnum?

5. Fer landsstýrismaðurin at taka stig til eina greiðari skipan fyri ábyrgdarbýti og samstarv millum kommunur, dagstovnar, Sernám og landsmyndugleikar í sambandi við børn við serligum tørvi?

Viðmerkingar: 
Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at frá 1. juni í ár verður Sernám skipað sum ein deild í Undirvísingarstýrinum. Sagt verður, at endamálið er at skapa størri samanhang millum sernámsfrøðiliga virksemið og undirvísingarøkið sum heild.

Sernám arbeiðir tó ikki bert við børnum í skúlaaldri, men er landsumfatandi stovnur, sum arbeiðir við børnum frá 0-18 ár. Tí er vert at hava í geyma, at hóast dagstovnaøkið er kommunalt, so veitir Sernám eisini fakliga ráðgeving og stuðul til børn í dagstovnaldri, har grundarlagið undir læring, menning og trivnaði hjá børnum verður lagt.

Fyribyrging, inklusjón, skjót og góð ráðgeving og gott tvørfakligt samstarv hevur tí alstóran týdning fyri børn – eisini, ella kanska serliga, áðrenn skúlaaldur.

Hóast dagstovnaøkið er kommunalt, so setur landið karmarnar fyri virksemið. Tað eru tíverri javnan dømi um, at serliga børn við serligum tørvi detta niður ímillum skipanir og ábyrgdarøkini hjá landi og kommunum.  

Tí verður spurt um, hvussu hetta økið verður raðfest og tryggjað í nýggja bygnaðinum hjá Sernámi undir Undirvísingarstýrinum, og hvussu samstarvið millum land og kommunur verður skipað. 

Á Løgtingi, 11. juni 2026 
Liljan Weihe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #