Á kropsmyndatólinum hjá løgregluni sæst, at Nowak, ein 18 ára gamal bretsk-pólskur lesandi á universitetinum í Southampton, verður handtikin og lagdur í hondjørnum. Samstundis sigur hann:
- Eg fái ikki andað. Eg eri blivin stungin.
- Eg haldi ikki, at tú ert, vinurin, svarar ein løgreglumaður.
Týskvøldið gjørdi Keir Starmer, forsætisráðharri í Bretlandi, viðmerkingar til videobrotið.
- Sum pápi at einum 17 ára gomlum føli eg meg illa av at hyggja at upptøkunum, sigur Starmer við bretskar miðlar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



