Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley
Onnur tíðindi

Statsskuldin hjá USA veksur við ørandi tølum.

Bara seinastu tríggjar vikurnar vaks skuldin hjá USA við 550 milliardum dollarum. Tað er hálvtannað prosent av bruttotjóðarúrtøkuni eftir hálvum øðrum mánaði.

Seinastu 12 mánaðirnar er skuldin vaksin við 10 prosentum av BTÚ.

Amerikanski marknaðarstrategurin Charlie Bilello fylgir neyvt við, hvussu skuldin hjá USA veksur. Í nýggjastu hagtølunum vísir hann á, at amerikanska ríkisskuldin nú er farin upp um 39,8 billiónir dollarar og nærkast søguliga markinum upp á 40 billiónir dollarar.

Ein billión er ein millón milliónir.

Í juli brúkti amerikanski staturin 766 milliardir dollarar, men fekk bert 334 milliardir inn í inntøkum. Úrslitið var eitt hall upp á 432 milliardir dollarar.

Fleiri búskaparfrøðingar vísa á, at ikki bara USA men eisini fleiri onnur lond økja skuldina ógvusliga, samstundis sum nógvar fyritøkur eisini gera tað, tí íløgurnar í verjuídnaðin, grøna orkuskiftið og vitlíki eru so ovurhonds stórar. Tí er nógv av tí valstandinum, ein stórur partur av heiminum upplivir, bygt á vaksandi skuld, verður sagt.

Men skuld skal afturrindast, og vaksandi renturnar eru ein ábending um, at íleggjararnir ivast meira nú enna teir hava gjørt, um tey sum skylda megna at gjalda lánini aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #