Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Stefan Radosavljevic og Kristmund Johannessen, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya - Mynd: Bjarni Enghamar

Stefan Radosavljevic og Kristmund Johannessen, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya - Mynd: Bjarni Enghamar

Stefan Radosavljevic og Kristmund Johannessen, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Vit kenna tað best úr ensku Premier League, har besti spælarin, besti ungi spælarin og besti venjarin hvønn mánað verða heiðraðir. Og í samstarvi við Betri og EFFO, er FSF nú fari undir hendan leistin í Betri Deildini hjá bæði kvinnum og monnum.

Fyrstur, at verða kosin til besta spælara í mánaðinum, var Stefan Radosavljevic úr HB. Av tíggju møguligum atkvøðum, fekk Stefan Radosavljevic átta. Nummar 2 gjørdist Sebastian Lau Nielsen úr B68, og á triðja plássi kom Jasper Van Der Heyden úr 07 Vestur. 

– Hetta er sjálvandi nakað serligt, og eg eri eisini sera fegin og glaður um hendan heiðurin. Men tað hevur eisini gingið liðnum væl, so eingin ivi skal heldur vera um, at mínir liðfelagar eisini eiga ein stóran heiður í hesum, sigur Stefan Radosavljevic við heimasíðuna hjá FSF.

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið hava eitt gott og breitt innlit í fremstu deildunum hjá bæði kvinnum og monnum, ið velja besta spælaran hvønn mánað.

Fyri heiðurin fekk Stefan Radosavljevic handað eitt gávukort upp á 1.500 krónur frá EFFO, og eina glasstandmynd, við áskriftini, at hann var besti spælarin í Betri Deildini hjá monnum í mars 2022. Tað var Kristmund Johannessen, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya, ið stóð fyri handanini.

Myndir: Bjarni Enghamar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo