Fróðskaparsetrið: Veðurlagskreppan er ein av mest átrokandi – og mest torgreiddu – avbjóðingunum í okkara tíð. Hon kann ikki loysast innan fyri eitt einstakt fak ella við støkum loysnum. Tvørturímóti krevur hon nýggjar arbeiðshættir og samstarv tvørtur um stovnar, geirar og vísindagreinar – frá náttúruvísindum og tøkni til samfelagsvísindi, løgfrøði og hugvísindi.
Tí fara øll tey donsku universitetini og Fróðskaparsetur Føroya nú saman um eina miðvísa verkætlan: STRIVE U.
Hetta er eitt átak, sum skal styrkja leiklutin hjá útbúgvingunum í grøna umskiftinum við at økja um tvørfakliga samstarvið á øllum fakøkjum. Eisini kann universitetið í Grønlandi, Ilisimatusarfik, gerast samstarvspartur sum frá líður.
Novo Nordisk Grunnurin hevur játtað 95 milliónir krónur til átakið, og hetta er ein tann størsta játtanin nakrantíð til útbúgvingarvirksemi.
Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, sær stórar møguleikar við nýggja átakinum.
- Við at luttaka í verkætlanini kunnu vit menna førleikarnar hjá okkara lesandi til at skilja og loysa stóru heimsavbjóðingarnar viðvíkjandi burðardygd, og tað er gott fyri okkara lesandi, fyri føroyska samfelagið og eisini fyri okkara jørð, sigur hann.
Eisini Ragnheiður Bogadóttir, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, frøist um nýggju møguleikarnar.
- Tað er sera gleðiligt, at vit í Føroyum kunnu vera partur av hesum átakinum, tí vit eru illa brynjað til avbjóðingarnar, ið til dømis veðurlagskreppan hevur við sær. Tillagingarnar, ið eru neyðugar, fara somuleiðis at krevja loysnir og vitan, sum eru knýtt at okkara egnu umstøðum og viðurskiftum, og tí noyðast vit at menna okkara tvørfakligu og tvørvísindaligu førleikar at samstarva tvørtur um mørk, sigur hon.
Andreas Roepstorff, sum er stjóri fyri Aarhus Institute of Advanced Studies á Aarhus Universiteti, er ein oddamaður í STRIVE U.
– Vit standa í einari støðu, har trupulleikarnir, vit skulu loysa, ganga tvørtur um fakmørk, men okkara útbúgvingar gera tað ikki í sama mun, sigur hann.
– Samfelagnum fer at tørva útbúgvin fólk, sum eru von við at samstarva tvørtur um fakmørk. Hetta er serliga eyðsýnt í sambandi við veðurlags- og umhvørvisavbjóðingar. Undirvísing í burðardygd kann tí blíva til ein serligan klekingardepil, har vit endurhugsa framtíðarútbúgvingar, sigur Andreas Roepstorff.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



