Nógv krevja tolsemi og rúmligheit, men fá vilja geva tað
- Thomas a Kempis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nógv krevja tolsemi og rúmligheit, men fá vilja geva tað
- Thomas a Kempis
Tónleikur

Fyrireikararnir: Fríggjadagin streyma musikkskúlanæmingar úr øllum landinum til Havnar og fara saman við næmingunum úr høvuðsstaðnum at fylla býin við góðum tónleiki.

Dagurin byrjar við skrúðgongu úr Grasagarði, og oman í Tórsgøtu, har nýggi mentamálaráðharrin, Bárður á Lakjuni stendur klárur og fer at seta festivalin. 

Kl. 14 byrja so konsertirnar, sum verða á 6 ymsum pallum og støðum, og tær vera uttan íhald heilt til klokkan er farin av 7 um kvøldið. 

Konsertstøðini eru hesi: Finsen, Havnar kirkja, Reinsaríið, Perlan, Perlutorgið og ein uttandura pallur í Tórsgøtu. Á konsertunum fara vit at hoyra næmingar úr øllum landinum í øllum aldrum og á ymiskum støði framføra. Felags fyri konsertirnar er, at allar framførslurnar eru í bólkum – bæði størri og smærri. Samlað verða konsertirnar væl omanfyri 30 í tali.

Tiltakið, sum er alment, er ókeypis fyri øll, og tað eru lokalu musikkskúlarnir, sum skipa fyri.

Til ber at kunna seg um hvør bólkur, ið spælir á hvørjum palli til ásetta tíð á heimasíðuni hjá Tórsgøtu, www.torsgota.fo.

Fyrireikararnir vóna at nógv fólk kemur oman í býin at lurta eftir hesum spírunum í føroyskum tónleikalívi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #