Havstovan: Stovnsmenning og burðardygg umsiting av fiskastovnum er millum høvuðsevnini á almennu ráðstevnuni, Fiskur og framtíðin – møguleikar og avbjóðingar, sum verður í Kongshøll 8. juni.
Burðardygg stovnsrøkt snýr seg um at umsita fiskatilfeingið soleiðis, at tað kann gagna samfelagnum sum mest.
Vitan um vistskipanir, havstreymar og veðurlagsbroytingar geva nýggjar møguleikar at skilja og umsita fiskastovnarnar. Bæði føroyskir og útlendskir granskarar fara at viðgera hetta evnið á ráðstevnuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



