MEST: Stjórin á MEST, Mouritz Mohr hevði framløgu á Atlantic Fair ráðstevnuni, har hann greiddi frá um nýggju dokkina í Skála og nýbyggingina av frystitrolaranum Dunga Jákup, stóru nýggju tvíkiljuni hjá MOWI og umbyggingini av Norðborg.
Og áhugin var ovurstórur. Hølini vóru á tremur við føroyskum og útlendskum kundum og samstarvspartnarum, sum hoyrdu, hvussu MEST er vaksið við krøvunum frá vinnuni, og hvussu fyritøkan í dag veruliga kann kalla seg ein maritiman depil í Atlantshavinum.
Kom framvið á bás okkara, D-380, og hoyr meira um, hvussu MEST kann veita tínum felag tær bestu tænasturnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



