Tú veitst altíð, hvat tað rætta er, og sum Gud vil hava teg at gera. Tað trupla er at gera tað
- Robert H. Schuller

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú veitst altíð, hvat tað rætta er, og sum Gud vil hava teg at gera. Tað trupla er at gera tað
- Robert H. Schuller
Politikkur

Alt ov nógv fólk við skerdum førleikum, tað verið seg andaliga og handaliga, enda sum varandi almannaklientar, hóast tey bæði hava evnir og vilja at arbeiða. Hetta er ikki rætt – hvørki fyri tann einstaka ella fyri samfelagið. Sum valevni fyri Miðflokkin vil eg arbeiða fyri, at fleiri borgarar við skerdum førleikum fáa ein veruligan møguleika at verða partur av arbeiðsmarknaðinum.

Arbeiði gevur virðing, sjálvsálit og er partur av okkara samleika. Tað er týdningarmikið, at vit sum samfelag ikki bara síggja fólk við skerdum førleikum sum móttakarar av hjálp, men sum menniskju við førleikum og virði.

Tí eiga vit at flyta fokus frá at halda fólki í almannaskipanini, til í nógv størri mun at hjálpa teimum út á arbeiðsmarknaðin. Tað krevur politiskan vilja og greiðar loysnir.

Eg vil arbeiða fyri hesum átøkum:

• At tað verður lættari hjá borgarum við skerdum førleikum at verða knýttir at arbeiðsmarknaðinum í samstarvi við ALS, heldur enn at enda sum varandi móttakarar av almanaveiting.

• At arbeiðsgevarar fáa betri møguleikar og stuðul at seta fólk við skerdum førleikum í starv.

• At fleiri parttíðarstørv og fleksiblar arbeiðsskipanir verða mentar, her eiga tey almennu arbeiðsplássini at ganga fremst, so arbeiðið kann lagast til førleikarnar hjá tí einstaka.

• At myndugleikarnir arbeiða meira saman, so vegurin frá almannastuðli til arbeiðsmarknað verður einfaldari og skjótari.

Føroyska samfelagið hevur stóran tørv á arbeiðsmegi. Samstundis hava fólk við skerdum førleikum ynski um at vera ein enn virknaði partur av arbeiðsmarknaðinum. Tí er tað bæði skilagott og rætt, at vit gera tað lættari hjá teimum at koma út á arbeiðsmarknaðin.

Sum valevni fyri Miðflokkin vil eg arbeiða fyri einum samfelagi, har øll menniskju verða møtt við virðing, og har fleiri fáa møguleika at brúka sínar førleikar – eisini á arbeiðsmarknaðinum.

Jann Johannesen
Miðflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #