Tað er sjáldan, at eg lurti eftir gudstænasu í útvarpinum - vanliga eri eg á møti sjálvur og tískil fái eg ikki lurtað beinleiðis... og sjáldan er tíð aftaná, tí tað er so nógv annað, ið mann eisini skal gera og lurta og hyggja og lesa - og heldur ikki fær stundir til...
Men í morgun var arbeiðið hjá mær at koyra ein biltúr "i embeds medfør", so eg setti bilradio á KVF (plagi at sappa sum frægast ímillum ymisku rásirnar), men eg legdi merki til beinanvegin, ið eg hoyrdi prestin prædika (kom mitt inn í taluna hjá honum), at hetta var ein trúgvandi maður, ið kendi sín Gud og Hansara orð - og rættiliga skjótt fataði eg, at hetta var ein óræddur Harrans tænari, sum boðaði evangeliið greitt og týðiliga - og ballaði einki inn...
At Símun Persson Jacobsen, prestur, samstundis er retoriskt væl fyri og prædikan var væl skipað, gjørdi hana bara so mikið betri - og sum bonus oman á alt, so evnaði hann at siga alt, ið sigast skuldi - og kortini helt hann óneyðugar kantar burtur, sum kundu skøvað meiri heildina, enn teir høvdu gagnað henni....
Takk fyri boðskapin, Símun Persson Jacobsen!
https://kvf.fo/ljod/sending/gudstaenastur-i-utvarpi?sid=211691
Óli Nicodemussen
PS: Tað irriteraraði meg tó ikki sørt, at Persson Prestur kallaði parafrasuna hjá gjáarbispi fyri eina bíbliutýðing - men endurgivni teksturin frá nevndu bók var kortini á eini leið...
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



