Eitt nýtt valkort er samtykt av senatinum í Texas, eftir at ein meiriluti í deilstatinum atkvøddi fyri uppskotinum mikudagin.
Broytingarnar kunnu møguliga geva republikanska flokkinum fimm sessir í Umboðsmannatinginum á miðvalinum í 2026.
Donald Trump, forseti, hevur stríðst fyri, at flokkur hansara í Texas skal broyta valdømini, ein siðvenja, sum er kend sum gerrymandering, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



