Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia
Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-113/2025 eftir tingskipanini § 52 a, frá Ruth Vang, løgtingskvinnu, settur landsstýriskvinnuni í almanna- og bústaðamálum, Margit Stórá, um avgerð um at flyta umlættingartilboð til Sands

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Tekur Almannaverkið til eftirtektar niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni, at avgerðin at flyta umlættingartilboð til Sands er ógildug?

2. Um ja, hvør er avleiðingin av, at avgerðin er ógildað?

3. Hevur ella fer Almannaverkið at bjóða avvarðandi foreldrum annað ella tillagað tilboð, sum livur upp til krøvini um eina framhaldandi tænastu av tí, sum var á Eirargarði ? 

Svar 
Til nr. 1
 
Álitið hjá Løgtingsins umboðsmanni frá 13. apríl 2026 viðvíkir fyrst og fremst tí eina barninum, sum fekk umlættingartilboðið flutt av Eirargarði til Sands.  

Í álitinum er tað niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðmanni, at av tí, at framhald ikki var í tænastuni hjá tí ávísa barninum, eftir at umlættingartilboðið varð flutt til Sands, endaði tænastan í roynd og veru, og tí átti Almannaverkið í veruleikanum at havt tikið fyrisitingarliga avgerð um tilboðið.  

Í sambandi við hendan fyrispurningin havi eg fingið upplýst, at Almannaverkið hevur tikið niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni til eftirtektar og tískil er í gongd við at taka fyrisitingarliga avgerð viðvíkjandi umlættingartilboðnum hjá tí ávísa barninum.

Almannaverkið er eisini í gongd við at meta um, hvørt aðrir borgarar, sum eisini fingu umlættingartilboðið flutt av Eirargarði til Sands, mugu metast at hava rætt til somu avgerðartilgongd.

Til nr. 2 
Sí svarið til nr. 1.

Til nr. 3 
Sí svarið til nr. 1. 

Almanna- og bústaðamálaráðið, 1. juni 2026 
Margit Stórá 
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #